Ein 20 ára gamal maður skal hava latið fleiri skot av í einum finskum skúla Finska løgreglan sigur, at ein skottilburður hevur verið í einum skúla í Kauhajoki.
Blaðið Helsingin Sanomat vil vera við, at tað er ein 20 ára gamal maður, sum hevur latið fleiri skot av inni í skúlanum. Blaðið skrivar eisini, at allir næmingarnir eru fluttir úr skúlanum.
Enn er einki frætt um særd ella deyð.
Í novembur í fjør myrdi ein ungur maður átta skúlanæmingar í Finnlandi.