Skorar altíð móti Italia

Higartil hevur Rógvi Jacobsen skorað hvørja ferð, hann hevur spælt í móti Italia. – Men tað verður ógvuliga trupult at halda tann statistikkin nú, ásannar Rógvi Jacobsen

FÓTBÓLTUR

2. juni í 2007 skoraði Rógvi Jacobsen í móti Italia á Tórsvølli og 21. november sama ár skoraði hann aftur í móti Italia, hesaferð á útivølli. Italska liðið, sum er tiltikið sterkt í verjupartinum og einans letur heilt fáa mál fara í gjøgnum, var tvær ferðir holað av sama manni. Hetta høvdu italiumenn eisini so nógva virðing fyri, at teir hava stovnað ein fjepparabólk á Facebook.
– Eg ætlaði at hava fulla úrtøku móti Italia og skora hvørja ferð, eg havi spælt í móti teimum. Tað plagi eg at reypa við, men tað verður ógvuliga trupult nú, sigur Rógvi Jacobsen skemtandi, tá hann verður spurdur um, hvat honum dámar at møta Italia aftur.

Als ikki so galið
Eftir hansara tykki er tað einasta, sum hevði verið betri enn at møtt Italia, var um Ongland var við í bólkinum heldur.
– Men tú kanst ikki klaga, tá tú skalt møta heimsmeistarunum, heldur Rógvi Jacobsen, sum gleðir seg at fara í gongd við undankappingina.
– Eg vildi ikki ynskt at komið í eina aðra pulju. Bæði móti Norðurírlandi, Slovenia og Italia hava vit fingið góð úrslit, so eg síggi fram til kappingina, hóast eysturevropeisku londini ikki altíð eru so løtt at hava við at gera hjá okkum, sigur toppskjúttin á føroyska landsliðnum.