U21 landsliðið í hondbólti, sum er í Algeria til HM endaspælið, ger nú eina av trimum møguligum útskiftingum. Vilhelm Poulsen úr H71 verður innkallur og avloysir høgra vongin, Pætur Thomsen, somuleiðis úr H71.
Orsøkin er, at Pætur Thomsen stríðist við eina fibur. Tað ger, at hann ikki klárar at spæla fleiri dystir upp í slag. Tí verður Vilhelm Poulsen, sum er høgri bakkur, men eisini kann spæla høgri vongur, limaður í hópin til dystin móti Noreg, sum byrjar í morgin klokkan 18. Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2.
Hóast skaðan stríddist Pætur Thomsen manniliga í serliga fyrra hálvleiki, og hann skoraði fimm mál fyri Føroyar í tí minniliga 28-27 HM-sigrinum ímóti Suðurkorea.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Pætur Thomsen, sum sigur seg góðtaka og virða avgerðina hjá venjaratoyminum at senda boð eftir Vilhelm Poulsen.