Skonktu tólv túsund koppar av kaffi

Kaffibólkurin hjá KÍ handaði í gjárkvøldið felagnum hundrað túsund krónur

Hundrað túsund krónur. Tað var úrslitið í 2017 av virkseminum hjá kaffibólkinum hjá KÍ.

Kaffibólkurin hevur nógvu tey seinastu árini selt kaffi, tá ið besta liðið hjá KÍ hevur spælt á heimavølli. Yvirskotið verður latið felagnum, og í ár var tað altso hundrað túsund krónur.

Tað varð upplýst í gjárkvøldið, tá ið KÍ hevði ársveitslu.

Katrin á Gravarbø handaði vegna kaffibólkin felagnum yvirskotið av søluni í ár.

Roknskapurin sigur, at tey hava bryggjað og skonkt tólv túsund koppar av kaffi. Tað hava verið sekstan heimadystir. Tað vil siga, at í miðal eru tað seldir 750 koppar av kaffi í miðal, hvørja ferð KÍ hevur spælt á heimavølli.

-Tað eru trý lið, sum skiftast. Tað eru tíggju í hvørjum liði, og áhugin er stórur, tí tað er bíðirøð at sleppa uppí part. Umstøðurnar eru nú væl betri, enn tær hava verið undanfarin ár. Eitt nú hava vit í ár fingið maskinu, sum ger, at tað er eitt spæl at bryggja kaffi, segði Katrin á Gravarbø, áðrenn hon vegna kaffibólkin handaði gávuna til felagið.

 

Hilmar Danielsen tók ímóti vegna Klaksvíkar Ítróttarfelag, og hann lovaði, at pengarnir fara at vera bæði stórum og smáum í felagnum til góða.