Skjótt verður fyrsti bátafestivalur

- Nú er klárt at tryggja tær bátapláss til Bátafestivalin á Toftum, siga tey, sum standa aftan fyri ársins fyrstu bátastevnu, sum í ár verður á Toftum hin 4. mai.

 

Tey, sum skipa fyri stóra bátatiltakinum á Toftum, siga, at bátafestivalurin í ár verður leygardagin hin 4. mai.

 

- Nú er klárt at tryggja sær bátapláss, og umráðandi er hjá bátaeigarum, sum ætla sær at verða við, at tryggja sær eitt bátapláss undir festivalinum.

 

Fyrireikararnir vísa á, at eitt talgilt tilmeldingarskjal er, sum skal útfyllast. 

 

- Niðan fyri er leinkja, sum trýstast skal á, og síðan verða tit leidd inn á eitt skjal, ið tit útfylla fyri at melda tykkara bát til -

 

https://forms.office.com/e/X4t9J2knX8 

 

Seinasta freist at tryggja sær eitt bátapláss til festivalin er mánadagin hin 29. apríl.

 

- Vit gleða okkum at síggja nógvar manningar og bátar á Toftum leygardagin hin 4. mai, siga fyrireikararnir til ársins fyrsta bátafestival.