Skjótt verða torradagar aftur í Klaksvík

Torradagar standa aftur fyri durum og verða hildnir í Klaksvík í seinnu hálvu av februar.

Enn einaferð fara tey í Klaksvík at skipa fyri torradøgum, sum í ár verða í døgunum, 19.- 24. februar. 

 

Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík.

 

- Fyrilestrar verða um torra, torrafisk og torrahald, og her verður fiskivinna og siðir á sjónum og landi, sum knýta seg at henni, hildnir á lofti. 

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at tey, sum hava ymisk tiltøk at seta á skrá til torradagar, kunnu venda sær til Dávur Winther á dw@klaksvik.fo. 

 

Eisini ber til at brúka eina leinkju, sum liggur á heimasíðuni - www.klaksvik.fo - undir yvirskriftini: Tiltøk til Torradagar 2024.