Tey 75.000 festivalpassini og 20.000 dagsatgongumerki til ársins Roskildefestival eru nærum útseld, boða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi.
Millum tey, sum skulu syngja og spæla á ársins festivali, eru Paul McCartney, Muse og Pharell Williams.
Roskildefestivalurin er størsti mentanar- og tónleikafestivalur í norðurevropa. Fyrsti festivalurin varð hildin í 1971. Fíggjarætlanin fyri ársins festival er áljóðandi umleið 50 milliónir krónur.