Tá almennur eyka bygdaráðsfundur var í Sands kommunu fyri nøkrum vikum síðan, vóru eisini umboð fyri alifelagið Marine Harvest Føroyar við á hesum fundi, sum eisini hevði fleiri áhoyrarar.
Kunnað varð um aliætlanir Úti undir Salthøvda og á Sandsvág, og eftir framløguna hjá stjóranum í alifelagnum, Hans Jákupi Mikkelsen, samtykti bygdaráðið at mæla til, at felagið sleppur at ala undir Salthøvda.
Tað lá líka sum í luftini í framløguni hjá Hans Jákupi Mikkelsen, at áhugin fyri at ala á Sandsvág var størri enn Úti undir Salthøvda, men sambært Landsverki kann aling á Sandsvág vera ein trupulleiki fyri siglingarleiðina hjá Sildberanum.
Nú er so líkt til, at semja er millum Landsverk og Sands kommunu um, at Marine Harvest Føroyar kann leggja fyrsta ringin út á Sandsvág og soleiðis gera tær royndir, sum neyðugar eru, áðrenn fiskur verður settur út, væntandi til várs.
Í vikuni var lastbilur á Sandi við stórum søkkum og ketum, sum skulu brúkast til at fortoya ætlaða aliringin, sum alifelagið fer at leggja út í næstum, fyribils við ongum fiski.
Á Sandi er spenningur og vónir um, at aling fer at gerast veruleiki áðrenn langt um líður, og hóast tað ikki verða tey nógvu arbeiðsplássini, sum verða knýtt at hesum virksemi, er væntandi, at alingin kortini fer at kasta nakað av sær í kommunukassan.










