Skjótt klárt til Frigg

Nú er tað byrja at slíta í í Keypmannahavn, og í Kongens Have er tað alvorliga byrja at líkjast, nú fyrireikingarnar til Frigg festivalin av álvara eru í gongd. Vit á in.fo hava verið ein túr forbí og tikið myndir, og sum sæst, so eru bæði tann stóri pallurin og fleiri telt komin upp.

Í Føroyahúsinum er eisini gott lív í, nú fyrireikararnir arbeiða til tað allar síðsta. Fleiri tónleikarar eru lendir,  og inntil kl21 er møguligt hjá øllum at fara ein túr inn í Føroyshúsið at fáa sær armband og hugna sær eina løtu.

Meira er at lesa um Frigg festivalin á www.friggfestival.com ella á teirra facebook síðu.