Skjeyt særdan iraka men sleppur undan revsing

Amerikanski hermaðurin, sum bleiv avmyndaður, tá hann siktaði eftir einum særdum iraka, verður ikki revsaður

Seinasta heyst vísti amerikanska sjónvarpsstøðin NBC myndir frá amerikanska álopinum á irakska býin Falluja. Tann eina dagin almannakunngjørdi sjónvarpið myndir av nøkrum hermonnum, sum tóku seg inn í eini hús. Á gólvinum nakrir irakar. Brádliga rópti ein av amerikonsku hermonnunum, at ein av irakunum var framvegis á lívi. Hann lyfti riflu síni og siktaði eftir tí særda manninum. Løtu seinni small eitt skot.

Altjóða Reyði Krossur og fleiri aðrir felagsskapir kravdu, at hermaðurin skuldi revsast, men í gjár kunngjørdi ein kanningarnevnd hjá amerikanska verjumálaráðnum, at maðurin verður ikki skuldsettur. Um orsøkina varð sagt, at prógvini ímóti honum eru ikki nóg góð, til at tað ber til at døma hann.

Kanningarnevndin staðfestir, at teir særdu irakararnir, sum vóru í húsunum í Faluja, vóru óvápnaðir, men leggur afturat, at tað kundi tann amerikanski hermaðurin ikki vita.