Skjaldrating verður í Öström ólavsøkudag

Ólavsøkudag klokkan 15 verður ókeypis tiltak í Öström, har øll eru vælkomin.

 

 

"Hitt føroyska skjaldraveldið“ hevur nú í fleiri mánaðir skjaldrast um samfelagið mitt í hesi krónutíð.

Ólavssøkan verður einki undantak.

Nú boðar Hitt føroyska skjaldraveldið  til skjaldrating í Steinprenti í hølunum hjá Öström, har framsýningin - Litbrá - hongur hetta til 8. august.

Íðan, fer skjaldratingið eisini at geva litbráini veggjunum í Öström ein skarpan gang?

- Her fært tú samfelagið at síggja í speispegli málsins… í gaman og álvara… í øllum sínum mótsettu brigdum av ljósi og skugga… av skeivum og óskeivum… ljótum og óljótum.

Í tíðindaskrivi um Skjaldratingið, sum verður sett klokkan 15 ólavsøkudag í Öström, siga fyrireikararnir, at øll eru vælkomin, eins og tiltakið verður ókeypis.

##med2##