Skjalasavnið spílar seg út

Føroya Landsskjalasavn letur í hesum døgum upp eina forvitnisliga framsýning á Debesartrøð í Havn. Millum áhugaverdu skjølini á framsýningini er eitt heitt brævaskifti millum eina kvinnu av Viðareiði og tveir biðlar, ið báðir vilja hava ást hennara

Leygardagin tann 8. november hava skjalasøvn í øllum Norðurlondum tikið seg saman til at hava ein skjalasavnsdag. Hetta átak hevur verið fyriskipað nakrar ferðir áður, men hetta er so fyrstu ferð, at skjalasavnið her á landi er við.
Ætlanin við hesum norðurlendska samtakinum er at gera skjalasøvnini meira sjónlig yvirfyri almenninginum. Í Føroyum hevur skjalasavnið sett upp eina framsýning, sum vísir nakað av tí, ið savnið liggur inni við. Framsýningin letur upp í dag, leygardagin, og hon verður standandi í eina viku.
? Vit hava lagt okkum eftir at vísa nøkur áhugaverd skjøl, ið sýna nakrar brotbitar av savninum her úti, sigur Sámal Tróndur Johansen, landsskjalavørur.

Heitar kenslur
Hóast eitt skjalasavn mangan kann tykjast kalt og kensluleyst, so liggur savnið eisini inni við skjølum, ið hýsa heitum kenslum og blómandi kærleikslívi.
Skjalasavnið hevur nevniliga fingið hendur á fleiri brøvum, sum eru send til Petronellu Jensdatter á Viðareiði. Avsendararnir eru tveir ungir mans, ið báðir bera ást til Petronellu.
Hesir eru handilsmaðurin Poul Østerø, sum helst var ættaður av Mikladali ella Trøllanesi men búsitandi í Havn, og kongsbóndin Niclas Andreasen úr Kunoy. Teir royna hvør í sínum lagi at geva sínar kenslur til kennar. Í brævinum sæst at handilsmaðurin eitt nú hevur givið Petronellu einar gummistyvlar.
Endin er tó tann, at Petronella velur kongsbóndan úr Kunoy, og tey giftast heili átta ár aftaná, at brævaskiftið er byrjað.

Privat skjøl
Á landsskjalasavninum liggja fyri tað mesta almenn skjøl, sum ikki er loyvt at beina burtur. Verri er við privatum skjølum. Tað er einki krav um, at privat skjøl skulu varðveitast, og tí enda tey ofta í ruskdunganum, hóast fleiri teirra eru sera áhugaverd og kunnu vera við til at varpa ljós á ymisk søgulig viðurskifti, sum vit ikki vita serliga nógv um.
Millum skjølini, sum verða sýnd fram, er millum annað ein umsókn frá bygdafelagnum Ternuni á Viðareiði frá 40-unum. Ætlanin hjá felagnum er at savna pening til at byggja ein svimjihyl í bygdini og søkir tí um loyvi at skipa fyri tombola og lutaseðlasølu. Skjølini vísa ikki, hvussu stórt yvirskotið var, men enn er eingin svimjihylur á Viðareiði.
Annars er skjalasavnið sett á stovn í 1859. Løgtingið samtykti í 1920 at byggja eitt nýtt skjalasavn, men spakin varð ikki settur í fyrr enn í 1928, og bygningurin stóð liðugur í 1932. Hetta er tann eyðkendi grótbygningurin á Debesartrøð.
Í 1974 stóð tann núverandi bygningurin á Debesartrøð klárur at taka í nýtslu. Skjølini eru tó so mong í tali, at tað harumframt er neyðugt at leiga høli. Skjalasavnið hevur í løtuni umleið 16 milliónir skjøl liggjandi á goymslu.