West Mainland: Føroysku flogbóltsmenninir høvdu skund, tá teir týsmorgunin spældu móti Orkney.
Orsøkin var einamest, at teir um kvøldið skuldu spæla avgerandi dystin í bólkinum ímóti Álandi, og tí ráddi um at spara sum mest av krúti til ta uppgerðina.
Og hetta eydnaðist til fulnar, má sigas. 47 minuttir var alt, sum okkara menn nýttu til uppgávuna, og tá hevði Orkney so bara vunnið 22 bóltar.
Og so er at vóna, at hetta var júst tann byrjanin upp á dagin, sum okkara høvdu tørv á. Í øllum førum er støðan í so máta meinlík hjá Álandi, sum eisini hevði dyst á skránni týsmorgunin. Tá vunnu teir upp á 49 minuttir 3-0 á Hetlandi, og so verður spennandi at síggja, hvat av teimum báðum oddaliðunum rakar dagsformin týskvøldið.