Skjótt greitt hvør kommunulæknin verður

Í løtuni viðger kommunulæknaráðið innstillingina, og tá ið tilmælið er liðugt, tekur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum avgerð um, hvør áttandi kommunulæknin í Havn verður

Tað er nú ein mánaði síðani, at bý- og bygdaráðini í Suðurstreymoy vóru liðug við at gera innstilling til, hvønn tey kundu hugsað sær í áttanda kommunulæknastarvið, sum verður sett 1. september. Fýra umsóknir komu inn til starvið, og sum skilst hava allar kommunurnar, tað vil siga Tórshavnar kommuna, Kirkjubøar sóknar kommuna, Nólsoyar kommuna og Hests kommuna, innstillað Jens Andreassen, lækna á Landssjúkrahúsinum, til starvið.

- Eftir teirri nýggju kommunulæknalógini, er tann reglan komin, at eitt ráð skal meta um umsøkjararnar og tað verður gjørt í hesum førinum. Ráðið fekk málið til viðgerðar fyri tveimum vikum síðani, og tá ið tað hevur tikið støðu, taka fyrisitingin í Almanna- og heilsumálastýrinum og eg endaliga støðu til, hvør verður settur. Eg rokni við, at tað verður rættiliga skjótt, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.

Innstillingin av kommunulæknastarvinum hesa ferð, er søgulig. Tað er nevniliga síðstu ferð, at bý- og bygdaráð sleppa at gera tilmæli um, hvønn tey halda vera best skikkaðan, tá ið nýtt kommunulæknastarv skal setast. Nýggja skipanin fyri kommunulæknarnar ásetir nevniliga, at eitt ráð við umboðum fyri kommunulæknar, sjúkrakassan og Almanna- og heilsumálastýrið metir um umsøkjararnar, áðrenn kommunulæknastarvið verður sett.

Nýggi kommunulæknin byrjar í starvinum 1. september, og hann fer saman við Sølva W. Olsen, kommunulækna, at halda til í nýggju læknamiðstøðini, sum í løtuni verður bygd í Gundadali.