Skjótt er óføddum at bæsa

Eftir at Immi Dam trýsti á startknøttin í fosturtøkumálinum eru Kristian Magnussen og miðflokkaungdómar farnir at senda í stereo. Ein øgilig skurvblanding. Og tað er sannleikavirðið ikki vorðið størri av. Tú kanst bera yvir við einum dulnevndum ungdómsfelagsskapi, ið heldur seg einsamallan stríðast fyri eini rættari sak, meira eigur tó at kunna krevjast av einum tingmanni, ið hevur sitið á løgtingi í tíggju ár. Í hvussu er, at hann stríðist við reinum vápnum tá ið hann fer í politiskt víggj

Tórbjørn Jacobsen,
fólkatingsmaður
Naser hader og Tjóðveldisflokkurin hava einki við hvønn annan at gera, soleiðis sum Kristian Magnussen roynir at geva eina ábending um í Dimmalætting tollaksmessudag. Khader umboðar Radikala vinstraflokkin á Fólkatingi og skuldi harvið verið politiskt meira slektaður við gamla sjálvstýri - heldur enn nakran annan flokk í Føroyum. Hesum fingu vit eisini ein varhuga av fyri kortum, tá ið Kenneth Rasmussen boðaði frá nýggja politikkinum hjá yngra ættarliðnum í Sjálvstýrisflokkinum. Floksformaðurin gav honum eitt álvarsligt nefs í bløðunum, men Kenneth er væl hann ið koma skal, so væntandi er, at tað verður eitt gamalt sjálvsstýrið í øðrum og heilt nýggjum hami, ið kemur undan kavi, eftir valið 20. januar komandi.
Tað var annars Bill Justinussen, sum byrjaði alt hetta humbukkið í donskum fjølmiðlum. Viðmerkingarnar síðani liggja allar í slóðini frá honum. Eisini tær hjá Kristiani. Løgið, at ein andstøðutingmaður ígjøgnum seks ár onki annað hevur á hjarta og at bjóða sínum veljarum, ein slakan mánað fyri valið, enn tað at fara uppí hetta til høvið produseraða miðflokkagruggið í donskum og føroyskum fjølmiðlum? Skal ikki leggja honum ráð, men hugsaði at hann kanska heldur fór at taka aftur í aftur seinasta tingdagin fyri jól, tá ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Anfinn Kallsberg, og ditto hansara í trivnaðarmálum, Bill Justinussen, við totalari arrogansu, í tveimum syftum, royndu at dylja fyri løgtinginum at teir høvdu brúkt 7,1 millión krónur við ongari játtanarheimild. Spell at fjølmiðlarnir vóru farnir í vikuskiftisfrí, nú tá ið teir báðir bókhaldararnir smeltaðu niður sum tvey kjarnorkuverk. Var ikki politisk undantaksstøða í landinum, hevði meginparturin av løgtinginum syft teir burtur frá radiatorunum úti í Tinganesi hendan dagin. Og hvat við rossahandlinum hjá Kára P. Højgaard og Óla Breckmann hendan sama dagin? Hví mundi hann vera íkomin? At halda í teymarnar á teimum ið við valdinum sita, at vera ein agressivur politiskur varðhundur, skuldi eisini verið ein fornemm andstøðuuppgáva? Ella rættari, ein neyðug uppgáva hjá øllum teimum ið eru vald til at forvalta lóggevandi valdið. Men tað er so eiðasørt, og forrestin, hví brúkar Kristian ikki heldur sína politisku orku til at siga føroyingum frá síni og javnaðarfloksins støðu til fosturtøkumálið, heldur enn at villeiða fólk um hvatið hann heldur at undirritaði nú einaferð meinar um bæði hetta og hatta?
Hvørjum málum Bill annars ætlar sær at røkka, við at úttala seg sum hann ger, í útlendskum bløðum, tað kann bara Várharra vita. Í næstan hálvthundrað ár hevur sama fosturtøkulógin verið galdandi í Føroyum. Lítil ella eingin mótstøða hevur verið ímóti tulkingini av lógini øll hesi árini. Ikki fyrrenn nú, tá ið Miðflokkurin hevði tørv á eini politiskari nitju, vera føroyskir læknar mistonktir fyri »óneyðug« fosturdráp av ráðharra sínum. Hann ætlar sær sjálvur at hertaka læknamiðstøðirnar, at gerast ein partur av praksis hjá kommunulæknunum. Hetta kemur sjálvandi ikki óvart á nakran, hann boðaði longu frá hesum sama tá ið hann sessaðist sum landsstýrismaður, at hann ætlaði sær at hava eitt vakið eyga við journalunum hjá føroyskum kommunulæknum. Hann man ikki halda lítið um seg standa. Hugmóðin er fullkomin. Her er eingin virðing, eingin agi, einki álit og ongin tvívegis ábyrgd.
Hugsi at flestu føroyingar munna vera samdir við Elisabeth Thorsteinson tá ið hon sigur við Linu Prasz tíðindakvinnu á Politiken: »Det er en helt utrolig anklage mod os. Jeg synes ikke, vi skal have fri abort, men man bliver da nødt til at tage sociale hensyn. Desuden ville det i et lille samfund som vores være et brud på tavshedsløftet, hvis vi skal til at vise Bill Justinussen hver enkelt begrundelse for at få foretaget abort.«
Tá ið undirritaði var spurdur av Linu Prasz hvat ið eg sum fólkatingsmaður kundi gera við málið, varð svarað, at einasti møguleiki kundi verið at spurt avvarðandi ráðharra í donsku stjórnini, hvussu hann hevði stillað seg, skuldi Bill í einingi gjørt álvara av síni fundamentalistisku kós í hesum máli. Tað er ein loddrøtt lygn tá ið Kristian Magnussen leggur meg undir at hava ætla mær inn á Danating fyri at fáa danir at hjálpa til við at liberalisera føroysku fosturtøkulógina. Og reingingin í dulnevnda brævinum hjá ungum fyri Miðflokkin er ikki lakari tá ið tey siga: »Okkara« umboðsmaður á Christiansborg, ímyndin fyri føroyskari loysing, var noyddur at leita sær hjálp frá dønum, fyri at finnast at rikna fosturtøkupolitikkinum í egnari samgongu?«
Undirritaði hevur ikki leita sær nakra hjálp í hesum máli. Málið er ikki tikið uppá tungu á Danatingi. Og sjálvt um tað helst er neyðugt við eini dagføring av eini hálvthundrað ára gamlari lóg, og neyðugt at skipa viðurskiftini undir føroyskari lóggávu, so taki eg als ikki undir við eini liberalisering av regluverkinum um fosturtøku. Heldur ikki eini herðing. Ber tað til á skilvísan og sosialt rættvísan hátt at minka um talið av fosturtøkum í Føroyum, tá eigur tað sjálvandi at vera miða ímóti tí, sum tað eisini stendir skrivað í einum samgonguskjali, ið nú er søga. Soleiðis sum »danska« lógin frá 1956 hevur verið tulkað og soleiðis sum siðvenjan er vorðin, er prinsippið í lóggávuni helst tað sum føroyingurin ynskir at liva við. Eisini í framtíðini. Skjótt er óføddum at bæsa. Tí krevst eitt greitt og magnfult lógarverk, ið verjir tey óføddu so væl sum yvirhøvur gjørligt. At kóka politiska suppu úr, og skapa klandur um eitt so eymt mál sum hetta, tað er monnum til lítlan sóma. Hetta vera míni seinastu orð um fosturtøkumálið á hesum sinni, og eg frábiði mær nýggjar yvirtulkingar og at ósannindi verða løgd mær í munnin. Hetta er eisini galdandi fyri onnur enn Kristian Magnussen.
Tað verður hópurin av málum at loysa hjá teimum ið koma sær inn um tinggátt eftir løgtingsvalið, latið okkum fáa boðini um hvussu menn ætla sær at stjórna landinum, heldur enn at leita við ljós og lykt eftir trupulleikum, sum eru ørsmáir og sum meinigi maðurin at kalla er samdur um. Farið valla skeivur tá ið eg sigi at meginparturin av føroyska fólkinum er samt um fosturtøkupolitikkin. Meina at hann skal vera á leið sum hann er. Eitt lítið fátal tekur undir við fríari fosturtøku, ímeðan ein annar marginalbólkur brúkar ella kanska heldur misbrúkar fosturtøkuspurningin sum beitu í eini desperatari roynd eftir politiskum valdi.