Skjótt byrja teir at byggja flogvøll í Nuuk

Hin 23. september fór farmaskipið BBC Lagos úr Nyborg á Fjóni til Grønlands við stórum entreprenørmaskinum

 

 

Í endanum av oktober verður byrjað at byggja nýggju floghavnina í grønlendska høvuðsstaðnum, og tað er danska entreprenørfyritøkan Munck Gruppen, sum skal gera arbeiðið. Tað er farmaskipið BBC Lagos, sum flytir maskinurnar hjá felagnum til Grønlands.

- Alt gongur eftir ætlan. Í løtuni bíða vit eftir, at entreprenørfyritøkan fær tey endaligu byggiloyvini frá ávikavist Sermersooq kommunu og grønlendska heimastýrinum til at kunna byrja arbeiðið, sigur stjórin í Kalaallit Airports (KAIR), Peter Wistoft.

Mánadagin hin 23. september fór farmaskipið BBC Lagos úr Nyborg á Fjóni til Grønlands við stórum entreprenørmaskinum. Skipið hevur eisini verið Í Húsavík og Hafnafjørðinum í Íslandi eftir ymiskum byggitilfari og búskúrum til arbeiðsfólkið. 

Væntandi verður BBC Lagos í Nuuk hósdagin 10. oktober.

Sermitsiaq.ag skrivar, at nýggja lendingarbreytin, sum Munck Gruppen skal byggja í Nuuk, verður 2.200 metrar long. Í november og desember kemur farmaskip aftur til Nuuk við boriútgerð og ymiskum øðrum byggitilfari.