Skiparin sum gjørdist sjúkrahússtjóri

– Eg var umborð, tá ið meistarin spyr meg, um eg hevði søkt starvið. Eg segði nei. Hann segði so, at freistin er úti í dag. Tá fór eg upp á brúnna, skrivaði umsóknina og sendi, sigur Hans Pauli Henryson, nýggi stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Hans Pauli Henryson er ikki akademikari, sum fleiri aðrir almennir stjórar, men hann hevur hinvegin nógvar lívs- og leiðsluroyndir frá veruliga lívinum. Hóast hann hevur saðlað um frá lívinum á brúnni á einum skipi til at sita sum ovasti leiðari á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so heldur hann tó ikki, at tað er so ólíkt.

– Sjúkrahúsið er sjálvandi ein heilt annar heimur enn tað, eg havi verið vanur við. Men eg havi verið leiðari í nógv ár, og hetta starvið er eisini at vera leiðari. So eg kann brúka mínar royndir, sigur Hans Pauli Henryson.

Tekur longri tíð

Hann ásannar tó, at munur er á at vera leiðari umborð á einum skip og so á einum sjúkrahúsi.

– Tað gekk nógv skjótari fyri seg umborð. Tá ið eg gav eini boð, gingu tveir minuttir, so var tað gjørt. Nú gongur nógv longri tíð til ein avgerð verður til veruleika. Alt skal gjøgnum nógvar kanalir, og tí er ofta langt til handling. Eg eri bráður av lyndi, men eg eri eisini realistiskur og veit, at viðurskifti mugu viðgerast væl, áðrenn tey skulu blíva til veruleika. Onkuntíð sakni eg skjótleikan, men eg veit, at mál skulu viðgerast av nógvum pørtum. Umborð var øðrvísi, har var eg einaráðandi, sigur Hans Pauli Henryson.

Sjólívið

Tað er sjólívið, ið hevur verið lívsstarvið hjá nýggja stjóranum. Sum 16 ára gamal, eftir fólkaskúlan, fór hann til skips. Hann sigldi í trý ár, millum annað við Anitu og Rankanum. Hann fór síðani á sjómansskúla og fekk sær útbúgving sum skipsførari.

Eftir hetta fór hann at sigla við skipum hjá Maersk. Hann hevur siglt kring allan heimin, og eisini ført nøkur av størstu skipunum hjá felagnum. Hann hevur eisini verið við og havt eftirlit, tá ið nýggj skip eru bygd í Singapor.

Í 2011 skifti hann reiðarí og fór at sigla við Skansa Offshore. Har hevur hann ført Sæborg, Tórsborg og Kongsborg.


Starvsfólkini brenna fyri sjúkrahúsinum

Tá ið nýggi sjúkrahússtjórin byrjaði í arbeiðinum 1. august í ár, trein hann sostatt inn á eitt heilt nýtt øki, sum hann hevði avmarkaða vitan um frammanundan.

– Eg fekk eina sera góða og jaliga móttøku. Eg merkti beinanvegin, at starvsfólkini ganga høgt upp í sítt arbeiði, og at tey ynskja at veita eina góða tænastu. Tey hava eisini verið sera hjálpsom og sett meg inn í ymisk viðurskifti á sjúkrahúsinum. Tá ið hetta er hugburðurin, so eru vit komin langt á veg, og tað seti eg eina æru í, sigur Hans Pauli Henryson.

Suðuroyar Sjúkrahús er eitt miðalstórt arbeiðspláss við 110 starvsfólkum. Stjórin vísir á, at tað eru dugnalig starvsfólk við nógvum royndum, og at hann lurtar eftir teirra sjónarmiðum.

Skulu kenna okkum trygg

Nýggi sjúkrahússtjórin brennur sjálvur fyri Suðuroyar Sjúkrahúsi.

– Tað er ikki soleiðis, at umsóknin varð skrivað, uttan at eg hevði hugsað meg um frammanundan. Eg hevði sæð lýsingina eftir nýggjum stjóra og tankin kom beinanvegin, at hetta kundi vera spennandi. Men so hevði eg lagt tað til síðis. Men tá ið meistarin minti meg á tað, so valdi eg at handla. Eg visti, at neyðugt var ikki at vera lækni ella heilsustarvsfólk fyri at vera stjóri. Eg hevði leiðsluroyndir, og tað var leiðari, sum søkt varð eftir. Eg var sera fegin um at fáa starvið, sigur hann.

– Suðuroyar Sjúkrahús hevur sera nógv at siga fyri okkum suðuroyingar. Vit eru góðir við sjúkrahúsið, og eg ynski eisini at gera alt, sum stendur í mínari megi, at vit framvegis kunnu hava eitt gott sjúkrahús, so at vit kunnu kenna okkum trygg og fáa góðar viðgerðir. Eg brenni fyri sjúkrahúsinum, sigur Hans Pauli Henryson.

Bráðfeingis sjúkrahús

Hann hevur næstan dagliga í sínum 57 ára gamla lívi – tá ið hann hevur verið heima – gingið framvið Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí at hann býr í grannalagnum.  

– Eg hava tó verið skánaður og havi ikki havt nógv ørindi á sjúkrahúsinum. Men eg veit, hvussu nógv sjúkrahúsið hevur at týða fyri okkum, ið búgva í Suðuroynni. Tað er sera týdningarmikið, at vit eisini í framtíðini hava eitt vælvirkandi bráðfeingis sjúkrahús her í oynni. Vit eru til tíðir avskorin frá restini av Føroyum vegna veður ella av øðrum orsøkum, og tí hevur hetta sera nógv at siga, sigur hann.

Væl útgjørt sjúkrahús

Eitt av tí, sum Suðuroyar Sjúkrahús eisini er kent fyri, er pínuklinikkin. Serlækni er á økinum, og sjúklingar úr øllum landinum fara til Suðuroyar at fáa viðgerð.

– Sum nú er, eru um 200 sjúklingar knýttir at pínuklinikkini, og merkir hetta, at bíðitíðin er umleið tveir mánaðir í mun til, at bíðitíðin, eitt nú í Danmark, kann verða heilt upp í trý ár. 
Men sjúkrahúsið hevur eisini nógv annað at bjóða.

– Vit eru eitt bráðfeingis sjúkrahús, samstundis sum vit bjóða viðgerð innan urologi, plastkirurgi, kardiologi og ortopedi. Sum einasta sjúkrahús í landinum kunnu vit bjóða laserviðgerð av nýrasteinum í øllum landræsinum. Fólk úr øllum landinum hava fingið viðgerð við nýrasteinsknúsaranum og lata hesi væl at. Afturmeldingarnar, ið vit hava fingið, hava verið sera positivar, sigur Hans Pauli Henryson.

– Vit hava eisini aðrar dugnaligar læknar, ið eru knýttir at sjúkrahúsinum. Vit hava røktarstarvsfólk, ið útbúgva seg meira innan ymiskar sergreinar, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at tey á Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini hava førleikar til ymiskar aðrar viðgerðir og røkt av øðrum slag. Eitt nú til brokk skurðviðgerðir.

– Á einum lítlum sjúkrahúsi hava vit ikki møguleika at bjóða allar viðgerðir. Vit eru eitt bráðfeingis sjúkrahús, ið eisini kann veita fleiri tilboð av ymiskum viðgerðum.  Men vit kunnu útnytta førleikarnar og orkuna enn betri við meiri samstarvi við hini sjúkrahúsini, sigur hann.

Felags visitatión

Leiðslan fyri øll trý sjúkrahúsini er nýggj, og stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum hava møtst og tosað millum annað um felags visitatión.

– Vit eru í einari tilgongd, og eg vóni, at tað ikki fer at ganga long tíð, til vit fáa skipað bíðilistarnar. Vit leggja upp til tvørgangandi samstarv. Tað vil siga, at um bíðilisti er á einum sjúkrahúsi til ávísa viðgerð, so tekur næsta sjúkrahús við. Tað er hetta, vit mugu fáa skipað. Øll kunnu vinna burturúr hesum, sigur Hans Pauli Henryson.

Føðideildin er farin til Havnar fyri well

Fyri nøkrum árum síðani varð føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi niðurløgd, og allar barnakonur vórðu sendar til Havnar at eiga. Nýggi sjúkrahússtjórin ætlar ikki at fáa føðideildina aftur til Suðuroyar.

– Tann avgerðin er tikin út frá eini læknafakligari meting. Tað fara vit ikki at broyta aftur. Vit skulu heldur syrgja fyri, at barnakonur fáa góðar umstøður í Havn, tað vil millum annað siga, at tær fáa íbúð at vera í í Havn, og at vit upplýsa tær væl um viðurskiftini, sigur sjúkrahússtjórin.

Tað er tó hent nakrar ferðir, at børn eru fødd í Suðuroy síðstu árini.

– Onkuntíð gongur tað skjótt fyri seg, og barnakonurnar náa ikki at fara til Havnar. Men vit eru eisini før fyri at hjálpa við føðingum, tí at vit eru eitt bráðfeingis sjúkrahús, sigur hann.

Tvær jarðarmøður eru knýttar til at Suðuroyar Sjúkrahúsi, og kanningar vera gjørdar har.

100 prosent

Fyrrverandi stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Ronnie Midjord, sat í stjórastarvinum í yvir 30 ár. Nýggi stjórin er longu 57 ára gamal og klárar tí ikki at vera eins leingi í starvinum, sum gamli stjórin.

– Tað er ringt at spáa um framtíðina, og eg eri ikki harri yvir øllum. Eg eri tó farin 100 prosent inn í uppgávuna, sigur Hans Pauli Henryson.


Bát og summarhús

Hans Pauli Henryson er giftur við Anitu Vibergsdóttir. Tey eiga trý børn, sum eita Rókur, Rósa og Viberg. Higartil hevur Hans Pauli Henryson tveir abbasynir. Tey búgva øll á Tvøroyri.

– Frítíðina nýti eg saman við familjuni. Vit hava summarhús og bát í Víkarbyrgi, og har dámar mær væl at vera. Synirnir eru sjómenn, so vit hava eisini nógv felags áhugamál. Eg eri eisini virkin í bátafelagnum Nadoddi og vit hava seyð, so eg havi nógv mikið at takast við, sigur Hans Pauli Henryson.