Tjaldrið kom á Havnina við trolarunum nakað eftir middag í gjár.
Veiðan var smá 4 tons, og eftir at vera avhoyrdir, játtaðu skipararnir seg sekar.
Vørn er ikki heilt liðugt við kanningarnar. Hvussu stóra bót talan er um, veit løgreglan ikki at siga, tí tað er Fiskiveiðieftirlitið, sum ásetur hana. Til tað er liðugt, sleppa skipini ikki aftur til fiskiskap.
Skipini liggja nú í Runavík.