Í vikuni hevur danski almannamálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, verið á vitjan í Føroyum. Eitt av høvuðsevnunum á vitjanini var at fáa loysn á ógreiðu viðurskiftunum landanna millum á barnaøkinum.
Á arbeiðsfundi fyrrapartin hósdagin vóru ógreiðu reglurnar í málum, tá børn, sum eitt nú eru á stovni uttanlands, vitja í Føroyum. Á fundinum varð semja um, at gera broytingar í donsku vitjanarkunngerðini, sum koma í gildið 1. januar 2014.
Danskir myndugleikar hava tann 1. juli 2013 víðkað fráboðanarskylduna, tá familjur flyta úr Danmark til Føroyar. Samstundis sum broytingarnar í kunngerðini verða settar í gildi verður vegleiðing send út til føroyskar og danskar kommunur, um hvussu tílík mál skulu handfarast.
Semja var at fara undir eitt skipað samstarv landanna millum á almannapolitiska økininum. Harumframt umrøddu ráðharrarnir eftirlitsnýtskipanin í Danmark við samdøgurstovnar.
Á fundinum skiftu Annika Olsen og Annette Vilhelmsen somuleiðis orð um ætlanirnar at seta á stovn Barnahús í Føroyum og í Danmark, og týdningin av at seta inn tíðliga, tá børn liva í umstøðum, sum kunnu skaða teirra heilsu og menning. Eisini varð eldrapolitikkur við serligum atliti at vælferðartøkni, umrøddur.
Seinnapartin hósdagin og í dag fríggjadag hava ráðharrarnir við fylgi vitja fleiri stovnar á almannaøkinum, bæði í Klaksvík og í Tórshavn. Vitjanin endaði á Vallalíð, har farið var upp á gólv í góðveðrinum.