Skipaður kvinnuhandil í Føroyum

Í Dimmalætting fríggjadagin 2. januar undrar tað okkum stórliga, tá Finn Ougaard varafúti sigur, at sølulýsingar við útlendskum kvinnum í Føroyskum bløðum ikki er ólóglig. Grundgevingin hjá honum sambært blaðnum er, at »Tað, sum fyrigongur í Teilandi, kann ongantíð koma undir føroyska lóggávu, og tískil er einki ólógligt í einari slíkari lýsing í einum føroyskum blaði«.

Sjálvsagt kann føroysk lóggáva ikki lóggeva um, hvat er rangt og rætt í Teilandi. Men tað, sum undrar okkum er, at gingið verður so lætt um lýsingina í Dimmu, sum eggjar giftum monnum og gomlum dreingjum í Føroyum at keypa sær kvinnur úr Teilandi, Kina og Russlandi. Um hildið verður, at tað er í lagi at lýst verður við sølu av kvinnum úr triðja heiminum, kunnu teir væl saktans eisini lýsa við sølu av børnum, menniskjagøgnum o.s.fr.
Hetta má sigast at verða undir allan moral og ein góðkenning frá ákærumyndugleikanum um, at lýsast kann í føroyskum bløðum við keypi og sølu av kvinnum, bara sølan fer fram uttanlands.
Uttan at gera okkum til dómarar yvir, hvat donsk lóggáva loyvir í Føroyum, so skulu vit bara minna á, hvat t.d. stendur í revsilógini grein 233, har tað stendur soleiðis:
»Den, som opfordrer eller indbyder til utugt eller stiller usædelig levevis til skue på en måde, der er egnet til at forulempe andre eller vække offentlig forargelse, straffes med hæfte eller fængsel indtil 1 år eller under formildende omstændigheder med bøde«.
Nú er tað sjálvsagt upp til ákærumyndugleikan og í síðsta enda dómsvaldið at gera av, í hvørjum einstøkum føri, hvar markið fyri ólevnað og ósiðiligan livihátt gongur.
Men tað undrar okkum, um ikki ákærumyndugleikin og dómsvaldið eru samd við okkum í, at tað er ósigur og ótespiligur ólevnaður at bjóða gomlum dreingjum og giftum monnum at keypa sær kvinnur úr øðrum londum.
Tí er síðsta orðið ikki sagt enn! Sigur danski myndugleikin í Føroyum., at hetta er í lagi, so má hetta reisast í løgtinginum, so skjótt tingið kemur saman aftur.
Vit ætla so at gera tað, sum liggur í okkara makt, fyri at steðga slíkum!