Skilur ikki at Oscar velur Kina framum Premier League

Høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp undrast á, at Oscar skiftir Chelsea út við kinesiskan fótbólt

Í vikuni hendi ein minni fótbóltsskelkur, tá Chelsea-stjørnan, Oscar, valdi at halda fram við fótbóltsyrkisleið sínari í kinesiskum fótbólti heldur enn at halda fram í ensku Premier League.

 

Tó er talan um ein sáttmála, sum fíggjarliga sigur spar ess hjá Oscar, um enn sáttmálin ikki ger tað ítróttarliga. Oscar er seldur til Shanghai SIPG fyri eina upphædd, sum svarar til umleið 460 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Ein, sum undrast stórliga, at Oscar velur kinesisku liguna framum Premier League er høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp: - Eg skilji ikki, at góðir fótbóltsleikarar ynska at flyta til Kina. Men tað má so verða upp til tann einstaka at taka tað avgerðina, sigur Jürgen Klopp við enska blaðið "Daily Mail". 

 

Eitt sindur speiskur leggur Jürgen Klopp aftrat: - Eg eri tó vísur í, at familjan hjá Oscar eru nøgd. Nú nýtist teimum ikki at hugsa um pengar meir. 

 

Jürgen Klopp sær ikki ítróttarliga virðið í, at ein góður fótbóltsleikari fer til Kina at spæla. Hann heldur, at tað bara kunnu verða pengarnir, sum lokka spælarar at flyta til fjareystur at spæla fótbólt. 

 

Høvuðsvenjarin hjá Chelsea, Antonio Conte sigur: - Tann kinesiski fótbólturin er ein hóttan ímóti øllum liðum í heiminum, ikki bara Chelsea. Antonio Conte væntar, at kinesiska ligan verður væl sterkari í framtíðini.