Skiljið politikk og átrúnað

Løgtingið er á einum máli um, at politikarar ikki eiga at áleggja kirkjuni at víga samkynd í Føroyum. Kirkjan ger sjálv av, hvat innihaldið skal vera, og ikki politiski myndugleikin

Í løgtinginum mikudagin var støðan hjá teimum samkyndu aftur á skránni. Seinastu tíðina hevur ikki trotið við málum í løgtinginum, sum umrøða støðuna hjá teimum samkyndu í føroyska samfelagnum, og tað tykist sum um kjakið um tey samkyndu er við at fáa størri og størri rúmd í føroyska samfelagskjakinum.
-Tað vísir seg nærum verða líkamikið, hvat vit viðgera í tinginum, so skulu tey samkyndu dragast inn.
Tjóðveldistingmaðurin, Tórbjørn Jacobsen, tóktist verða eitt sindur órógvaður av kjakinum um tey samkyndu í Føroyum.
Hvussu er og ikki, setti løgtingslimurin hjá Miðflokkinum, Bill Justinussen, landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni ein munnligan spurning um tey samkyndu mikudagin í tinginum.
Miðflokkamaðurin vildi vita, hvørja støðu landsstýrismaðurin hevur til ætlanirnar hjá donum um at víga samkynd í fólkakirkjuni, og hvørjar avleiðingar ein slík lógarbroyting kann fáa fyri føroysku fólkakirkjuni, ið er danskt málsøki.

Kirkjan ger av
Landsstýrismaðurin svaraði Bill Justinussen, at tað er fyrst og fremst kirkjan sjálv, ið ger av, hvat innihaldið og boðskapurin í kirkjuni skal verða-og ikki politiski myndugleikin. Jógvan á Lakjuni slerdi fast, at hann ynskti, at henda mannagongd helt fram.
Flestu løgtingsmenn tóku undir við sjónarmiðjunum hjá landsstýrismanninum um at hava greiðan skilna millum átrúna og politik. Semja var um, at politikkarar einans eiga at seta ytru karmarnar fyri kirkjuni, meðan kirkjan sjálv ger av, hvat innihaldið skal vera.
Javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg, hevði hinvegin eina øðrvísi áskoðan. Hann segði bart út, at verður tað veruleiki, at samkynd kunnu vígast í kirkjuni, eiga politikkararnir at blanda seg upp í viðurskiftini í kirkjuni og tað sum tað stendur eftir á, sum hann málbar á tingsins røðarapalli.