Skilja ikki millum góða og ringa umrøðu

Gestur Hovgaard, formaður í Samfelagnum, greiðir frá kanningini um fjølmiðlaumrøðu, sum felagið ger gjøgnum valdystin.

Sum nevnt á in.fo fyrr í dag, er tað Sambandsflokkurin, sum oftast verður nevndur í størru føroysku miðlunum. Tað vísir ein uppgerð hja SamFelagnum, felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum.

Undir valstríðnum mátar felagið umrøðuna av flokkum og valevnum í føroysku fjølmiðlunum. Við bløðum, netmiðlum, sjónvarpi og útvarpi eru flestu sløg av fjølmiðlum umboðaði í kanningini. Sjónvarpið og útvarpið hjá Kringvarpi Føroya, bløðini Sosialurin og Dimmalætting, netmiðlarnir Portal.fo, In.fo, VP.fo og Norðlýsið.fo eru valdir burturúr til kanningina.

 

Greinir og innsløg, sum metast at snúgva seg um komandi løgtingsval, eru grundarlagið undir kanningini. Mátingin byggir á ítøkiligar tilvísingar til politiskar flokkar og valevni í innsløgum og greinum í útvaldu fjølmiðlunum. Tað eru limir í SamFelagnum, sum gera mátingarnar.

 

Gestur Hovgaard er formaður í Samfelagnum, og greiddi í tíðindunum á Rás 2 frá kanningini.

 

Hann vísir á, at kanningin bara metir um umrøðuna hjá flokkinum, men skynir ikki ímillum, hvørt umrøðan er góð ella ring.

 

Eitt annað, sum kanningin kann varpa ljós á, er hvørji av nýggjaru valevnunum megna at treingja ígjøgnum í rokanum av øllum valevnunum, sigur Gestur Hovgaard.

 

Sambandsflokkurin hevur fingið mestu umrøðuna undir valstríðnum higartil. Hann hevur fingið umleið 30 prosent av allari umrøðu. Formaðurin Kaj Leo Holm Johannesen er tann politikarin, sum er nevndur oftast.

 

Javnaðarflokkurin fær 19 prosent av umrøðuni, Tjóðveldi 17 prosent, Fólkaflokkurin 15 prosent, Framsókn 7 prosent, Miðflokkurin 7 prosent og Nýtt Sjálvstýri 6 prosent.