Skilir Pól Huus ikki, hví Putin er vandamikil fyri okkum?

Pól Huus Sólstein heldur, at fiskivinnusamstarvið við Russland skal halda fram. Tað kann hann halda. Men nakrar av hansara grundgevingum byggja – vónandi – á vantandi vitan

Sjúrður Skaale

 

Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic førdi á einum tiltaki á Faroe Expo í Runavík í farnu viku fram, at føroyska samstarvið við stýri hjá Putin ikki er so galið, tá hugsað verður um alternativini.

 

Skuldi tað hent, at Russland steðgar við at keypa matvørur úr Føroyum orsakað av eini møguligari uppsøgn av fiskivinnuavaluni ella einum havnastongsli, so mugu vit finna aðrar marknaðir, førir stjórin fram.

 

Hann verður endurgivin í Norðlýsinum undir yvirskriftini ”Øgiliga naivt at síggja Russland sum einasta fjandan”.

 

Og í greinini spyr hann: “Vit skulu kanska til Vestur-Afrika, Miðeystur, Turkaland og Kina, og er nakað av teimum frægari enn Russland?”

 

Veit Pól Huus veruliga ikki, hví allur Vesturheimurin hevur reagerað so kraftiga uppá russiska álopið á Ukraina?

 

Orsøkin er, at hetta er fyrstu ferð, síðani Hitler leyp á Pólland, at vit hava eitt totalt og eirindaleyst álopskríggj í Europa.

 

Síðani 1945 hava landamørk verið vird. (Nú síggi eg burtur frá russiska álopinum á Georgia 2008 og Ukraina í 2014 – hesi álop vóru kortini als ikki so umfatandi sum tað, ið hendi í fjør).

 

Vápnamegi einsamøll hevur ikki gjørt av, hvat tú kundi loyva tær og ikki. Viðurskiftini millum lond hava verið skipað sambært avtalum, lógum og reglum.

 

Og Vesturheimurin hevur roynt at bygt upp álitisfull viðurskifti við Russland á øllum økjum. Ikki minst við einum umfatandi og tøttum handilssamstarvi. Hugsanin hevur verið, at um Vesturheimurin og Russland verða búskaparliga knýtt hvørt at øðrum, so gevur kríggj onga meining.

 

Men tað, Putin hevur sagt og gjørt farnu árini, hevur verið ræðandi. Tað er orsøkin til, norðurlond hava hildið tað verið neyðugt at dubba seg munandi – og at Finnland og Svøríki vildu leita sær vernd í NATO.

 

Tá Russland, við fleiri 100.000 hermonnum, leyp á Ukraina, endaði eitt fantastiskt tíðarskeið í okkara heimsparti. Tað vardi (stórt sæð), frá 1945 til 1922, tá Russland gjørdi enda á tí.

 

Turkaland hevur undir Erdogan tíverri flutt seg frá fleiri demokratiskum grundreglum. Og viðferðin av kurdunum er skammilig. Men beinleiðis at samanbera Russland og Turkaland, sum Pól Huus ger, er fullkomiliga burtur úr vón og viti.

 

 

 

Føroyar

 

Í Føroyum hava vit livað sum í eini dreymaverð síðani Berlinmúrurin fall. Við ongum hervaldi og seinastu 15 árini enntá uttan nakran sum helst hernaðarligan útbúnað.

 

Tann reglustýrda heimsskipanin hevur verið okkum sum ein himmalsk gáva. Hon hevur givið okkum trygd, frælsi og framburð.

 

Men eingin hevur frið longri enn grannin vil. Nú verða landamørk ikki longur vird. Demokratiið og trygdin eru álopin, og tað eirindaleysa diktaturið tekur seg fram í okkara heimsparti. Tí er tað, at demokratiini leggja so nógv fyri í royndini at steðga Putinsa mannvondu framferð.

 

Hetta stríð millum diktatur og demokrati, hetta stríð millum trælkan og frælsi, hetta stríð fyri at landamørk skuldi virðast – tað viðkemur okkum. Tí er tað nakar, sum hevur fyrimun av, at stór lond ikki bara kunnu taka smærri lond, so er tað eitt pinkuland sum Føroyar.

 

Tað verða ikki vit, sum steðga Putin. Men vit mugu standa saman við teimum, sum royna at gera tað. Tí tey gera tað altso eisini okkara vegna.

 

Velja vit kortini at halda fram at samstarva við stýrið í Kreml við teirri grundgeving, at “Turkaland er líka ringt sum Russland”, so avdúka vit okkum sum antin óvitandi ella kynisk.

 

 

 

Avleiðing fyri okkara grunnar

 

Pól Huus heldur, at Føroyar hava fyrimun av fiskivinnuavtaluni við Russland, samlað sæð. Hann byggir hetta á, at atgongdin til russiska marknaðin kanska er hótt, um við siga avtaluna upp.

 

Men hvat við sjálvari avtaluni?

 

Avtalan ger, at vit senda fýra skip, harav tvey eru partur av samtøkum, sum eru lutvíst útlendsk, upp í Barenthavið, og afturfyri loyva 30 russiskum risaskipum inn á føroyskt øki at fiska. Og eftirlitið við tí, tey russisku skipini gera, er als ikki er nøktandi.

 

Men kanska Pól Huus t.d. veit, hvussu nógv hjáveiðu tey hava? Og hvat hon er verd? Kanska hann veit, hvør avleiðingin av fiskiskapinum hjá russiska flotanum er fyri føroysku grunnarnar?

 

Veit hann hetta, burdi hann fortalt tað, tí tað eru nógvir fiskimenn, sum eftirlýsa hesa vitan.

 

 

 

Fiskiskip sum hernaðarskip

Eitt annað, sum Pól Huus uttan iva veit, er, at nýggja maritima doktrin Russlands sigur, at øll fiskiskip kunnu gerast partur av hernaðarliga virksemi landsins. Soleiðis er í einum diktaturi: Einki er uttan fyri statsins ræði.

 

Hevur Pól Huus gjørt sær nakrar tankar um, hvør avleiðingin av hesum kann verða fyri Føroyar?

 

Gjøgnum avtaluna við Russland loyva føroyingar russiskum skipum inn í “felagsøkið” millum Bretland og Føroyar.

 

Tað eru bretar ikki glaðir fyri – m.a. orsakað av nevndu doktrin. Hevur Pól Huus gjørt sær nakrar tankar um, hvør avleiðingin kann verða fyri viðurskiftini millum Føroyar og Bretland, um hetta heldur fram?

 

 

 

Politikarar mugu taka avgerðina

Tað er óført, at fólk geva síni íkast til kjakið um, hvørt samstarvið við Russland skal halda fram ella ikki. Tí eingin avgerð er nær námind so stór og týdningarmikil sum hendan.

 

Tað eru vissuliga viðurskifti, sum tala fyri, at vit skulu halda fram. Men tað eru sanniliga eisini viðurskifti, sum tala fyri tí øvuta.

 

Eitt mugu øll kortini semjast um:

 

Eingin privat fyritøka eigur kvoturnar í Barentshavinum. Almennu Føroyar keypa tær – og prísurin er ikki lítil.

 

Tí mugu tað vera atlitini til føroyska samfelagið sum heild, sum stýra tí, sum verður gjørt. Politiski myndugleikin má taka avgerðina. Tað má ikki enda við, at meðan politiski myndugleikin formliga tekur hana, so verður hon reelt tikin av ávísum privatum fyritøkum.

 

Og verður endin, at vit halda fram, so má grundgevingin undir ongum umstøðum vera, at vit ikki halda Russland vera verri enn t.d. Turkaland.

 

Skulu vit halda fram við samstarvinum við blóðdálkaða stýri í Kreml, má grundgevingin vera ómetaliga góð. Tí vit skulu ikki bara kunna hyggja at okkum sjálvum í speglinum og nikkandi siga, at hetta er tað rætta. Vit skulu eisini á sannførandi hátt kunna greiða øðrum frá, hví vit gera, sum vit gera.