Støðan var spent á Dungasandi, tá Magnus Holm Jacobsen stutt fyr at flytingarvindeygað í summar lat aftur, boðaði 07 Vestur frá, at hann skifti til pólska Chrobry Glogów. 07 Vestur og Magnus Holm Jacobsen vóru ósamdir um treytirnar í sáttmálanum og skiftið blriv av ongum.
Miðvallarin kvittaði við at gevast eitt tíðarskeið í felagnum, men kom seinni aftur á vøllin fyri 07 Vestur, har hann hevur roynst væl. Nú sigur miðvallarin við Bolt.fo, at hann skiftið til Chrobry Glogów ikki verður av nøkrum alíkavæl.
Magnus Holm Jacobsen sigur við Bolt.fo, at hann ikki hevur sáttmála við nakað felag í 2024, og at hann ikki veit um hann spælir í Føroyum ella uttanlands. Tó metir hann, at tað er meira sannlíkt at hann spælir í Føroyum.
Stríðssinnaði miðvallarin er uppvaksin í HB sum ungur, men skifti til B36, har hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot. Tá var hann blaðungur. Hann hevur eisini eitt skiftið roynt seg í Portugal. Undan hesum kappingarárinum skifti hann til 07 Vestur.











