Skifti starv eftir 25 ár - men fór ikki langt

Nú ein dagin var stór móttøka á føroyska sjúklingahotellinum, Tórshavn
Orsøkin til hesa løtuna á hotellinum var, at Elionora Olsen er farin úr starvi í eftir at hava verið sjúklingavegleiðari í samfull 25 ár.
Heilt fitt av fólkið var samankomið at biðja henni farvæl og takka fyri drúgva og holla tænastu og har vóru eisini umboð fyri grønlendingar, sum arbeiða á Ríkissjúkrahúsinum.
Hotel Tórshavn varð stovnað í Gothersgade í 1976 sum eitt hotell fyri føroyingar, sum máttu til Keypmannahavn at leita sær læknasjálp fyri sjúkur, føroyska heilsuverkið ikki var ført fyri at viðgera, og fyri tey avvarandi hjá hesum sjúklingum.
Fyristøðukvinna og stigtakari varð Karolina Petersen, men síðani keypti ein privatur grunnur hotellið og hjúnini, Jonny og Andreas, tóku við leiðsluni.
Í 1986 varð Hotel Tórshavn lagt undir føroyska heilsuverkið. Í 2000 flutti hotellið í Tåsingegade og tað eitur nú Sjúklingaheimið Tórshavn.
Elionora varð sett í starv 1. januar 1986 og síðani 2006 hevur hon havt skrivstovu á Ríkissjukrahúsinum, sum føroyskur sjúklingavegleiðari.
Elionora Olsen fer nú í starv á Landssjúkrahúsinum, har hon skal vera uttanlandsráðgevari, men hon fer at halda til í somu hølum á Ríkissjúkrahúsinum, hon hevur hildið til í seinastu fimm árini.
Í sama viðfangi takkar Anna Maria Djurhuus, leiðari á Sjúklingaheiminum, fyri gávur, sum tey hava fingið.
- Tá ið teldurnar vórðu stolnar í februrar í fjør, fingu vit 40.000 krónur frá Føroya Arbeiðarafelag, og tá ið flatskermurin bleiv vekk í november 2010, fingu vit 10.000 krónur frá fakfelagssamstarvinum, sigur hon
Í ár hava tey fingið 5000 krónur frá Atlantic Petroleum og harafturat hava vit fingið 50.000 krónur frá Kiwanis.
- Vit eru ógvuliga takksom fyri hesar gávur og eisini allar tær gávur, sum einstaklingir í Føroyum senda okkum. Hetta kemur alt væl við og vit royna at gera okkum ómak fyri at hetta í størsta mun kemur sjúklingunum og teirra avvarðandi til góðar, sigur Anna Maria Djurhuus.

MYNDATEKSTUR:
Elionora Olsen fer úr starvi á Sjúklingaheiminum Tórshavn í Keypmannahavn og í starv hjá Landssjúkrahúsinum, men hon fer framvegins at ráðgeva og hjálpa føroyskum sjúklingum á Ríkissjúkrahúsinum