Skeri eg teg her missi eg teg har

Tað eru bæði fyrimunir og vansar við prísunum, sum kunngjørdir eru fyri at ferðast undir Vestmannasundi, sigur stjórin á Flogfelag Føroya

Samferðsla

Vágar:Flogfelag Føroya fer at spara pening fyri vørubilarnar, sum flyta flogfrakt millum flogvøllin og Havnina. Hinvegin verður tað dýrari fyri leigubilarnar, felagið hevur. Og Hotel Vágar fer helst ikki at fá ta nyttu burtur úr undirsjóvartunlinum, sum roknað var við, sigur Uni Danielsen, stjóri á Flogfelag Føroya.
Flogfelag Føroya hevur vøruvognar, sum dagliga koyra millum flogvøllin og farmadeildina hjá Flogfelagnumn í Havn.
Hesir hava goldið vøruvognstakst við Ternuni. Tað vil siga, at teir hava goldið kr, 110,- hvønn veg, sum nú ein vøruvognur av teirri stødd, teir hava, skal gjalda.
Men nú nýggja prísskipanin kemur undir Vestmannasundi, verða hesir vøruvognarnir bíligari í rakstri. Væl bíligari eisini, sigur Uni Danielsen.
Hann vísir á, at hesir vøruvognarnir eru bara umleið fimm metrar til longdar, og verða tískil bólkaðir við persónbilum, og skulu gjalda lægsta gjald undir Vestmannasundi. Tað vil siga, at teir sleppa við at gjalda 75,- krónur aftur og fram, tá fyrst er goldið fyri eitt 20 túra kort, ella Kubban, sum tað verður nevnt. Soleiðis vinnur vøruvognurin heilar 145,- krónur, ella næstan tveir túrar, undir Vestmannasundi við hesi nýggju skipanini, vísir Uni Danielsen á.
Men so er tað aftur fyri truplari við persónbilum felagsins, teimum sonevndu leiguvognunum. Har verður nógv dýrari.
Talan er um persónbilar, Flogfelagið leigar fólki, sum eitt nú kemur við flogfari og vil hava bil, meðan tey eru í Føroyum. Tey fáa so bilin handaðan á flogvøllinum og kunnu so koyra við honum móti gjaldi,meðan til tey fara avstaðaftur.
Tað ber ikki so væl til at nýta avsláttarskipanina til hesar bilarnar, sigur Uni Danielsen, tí ikki ber til at vita, hvussu ofta teir koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin, og skipanin trekkir túrar av kubbanum. Ætlanin við slíkum leigubilum er jú, at fólk skulu gjalda fyri tað, tey koyra. So neyðugt verður helst at leggja eitt fult gjald inn í leiguna, tá bilurin veður heintaður á flogvøllinum, ella um hann skal latast aftur har.
Heldur ikki Hotel Vágar, sum Flogfelag Føroya eigur, fær tað burtur úr undirsjóvartunlinum, sum vónandi var, sigur Uni Danielsen.
At rokna við, at fólk fara at koma aðrastaðni frá vestur í Vágar at fáa sær ein sunnudagsdøgurða ella bara ein kaffimunn, fer ikki at bera til, sum støðan er nú, staðfestir stjórin á Flogfelag Føroya.
Heldur ikki aðrir møguleikar, sum eitt nú at lata fólk fara vestur í Vágar at gista, tá fult er í Havn, tykjast serliga áhugaverdir við teimum prísum, sum útlit eru fyri undir Vestmannasundi, sigur hann.