Nú verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk í Tvøroyrar Kommunu.
Tað er greitt eftir at Býráðið hevur fingið tær seinastu metingarnar fyri, hvussu stórar inntøkurnar hjá kommununi verða av skatti í ár.
Og tey tølini vísa, at útlitini eru alt annað enn góð.
Tá ið fíggjarætlanin hjá kommununi varð samtykt í heyst, varð roknað við, at inntøkan av skatti og øðrum, skuldi verða 51 milliónir í ár.
Men nú fyrsti ársfjórðingur er farin aftur um bak, vísa tær nýggjastu metingarnar hjá TAKS, at inntøkan fer at verða einar fýra milliónir minni, kanska enntá heilar fimm milliónir minni.
Sostatt fer inntøkan hjá kommununi at vera heili 7,8% minni enn roknað var við á fíggjarætlanini og tað er ein minking, sum fer at merkjast í hvørjum króki í kommununi.
Annars hevur umsitingini hjá býráðnum mett, at inntøkan fer at vera tríggjar milliónir minni.
Umfatandi sparingar
- Undir øllum umstøðum mugu vit ásanna, at tølini fara slett ikki at halda, staðfesti Kristin Michelsen, borgarstjóri á býráðsfundi í gjárkvøldið, tá ið fíggjarstøðan hjá kommununi var til viðgerðar.
Hann segði annars, at tá ið fíggjarætlanin varð løgd í heyst, ivaðust tey ikki í, at inntøkumetingin upp á 51 milliónir í ár, fór at halda.
Eitt nú lógu nakrir bátar og tað var væntandi, at teir fóru aftur til fiskiskap og sostatt eisini blivu eitt íkast til kommunukassan í ár.
Men tað hevur ikki givið úrslit og búskaparligi veruleikin hjá Tvøroyrar Býráð er nú tann, at tað verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk fyri at fáa javnvág í fíggjarætlanina.
Býráðið er sostatt samt um, at tað verður neyðugt at endurskoða alla fíggjarætlanina í ár fyri at finna sparingar.
Í hesum sambandi er tað ein stórur trupulleiki, at tað er at kalla ongin króna sett av til íløgur í kommununi í ár.
- Har eru ongar sparingar at finna, staðfesti borgarstjórin.
Hann legði afturat, at tað sostatt verður neyðugt at endavenda hvørjum einasta posti í rakstrinum hjá kommununi fyri at finna sparingar.
Skera inn á bein
Pauli Einarsson, varaborgarstjóri, staðfesti, at tað verður neyðugt at skera inn á bein onkustaðni, tí tað skulu stórar sparingar gerast á øllum økjum.
Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at tað í býráðið legði fíggjarætlanina fyri í ár, var raksturin raðfestur, tí tey vildu fyri alt í verðini sleppa undan at siga fólki upp.
Tað vildu tey sleppa undan, tí ein, ið verður uppsagdur, kann ikki bara at fara yvir um vegin at finna sær annað arbeiði.
Fyri hvørja uppsøgn er sostatt stórur vandi fyri, at heil húski flyta úr kommununi og helst úr Suðuroynni, varð staðfest, tá ið fíggjarætlanin varð samtykt.
Sami ótti varð endurtikin á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Men samstundis varð ásanna, at nú er tað ein stórur spurningur, hvat verður tvingandi neyðugt.
Gjaldførið versnað
Jaspur Vang, býráðslimur staðfesti eisini, at ein annar stórur trupulleiki er, at tað er eisini farið at knípa við gjaldførinum hjá kommununi.
Tá ið tað var upp á tað besta, lá tað millum 15 0g 20 milliónir fyri nøkrum heilt fáum árum síðani, men nú er tað ikki meiri enn seks, sjey milliónir.
Hendan støðan ger tað uppaftur meiri átrokandi at seta tiltøk í verk fyri at spara.
Jaspur Vang fýltist eisini á, at tá ið kommunan fekk avdráttarskáa fyri nøkrum árum síðani, fekk kommunan fleiri milliónir meiri til taks um árið, men hann helt, at alt ov nógv av hesum varð brúkt til at økja um raksturin.
Einasta íløgan, sum er fingið burtur úr hesum, er ein stór útstykking á Heiðatrøðini, segði hann.
Men hesum var borgarstjórin ikki samdur í, tí hann staðfesti, at peningur er eisini brúktur til ábøtur av ymsum slagi, sum vóru neyðugar.
Umsitingin hjá kommununi og býráðið fer nú at seta seg saman at endurskoða fíggjarlógina, men akkurát nær tey eru komin til eitt úrslit, er ikki heilt greitt enn.










