Bókaútgáva
Siður hevur verið øll árini at lata løgmanni og tingformanninum nýggjastu Skemt-bókina í jólagávu. Hesaferð - nú talan er um eina jubileumsbók fyri øll árini, endaði eisini ein bók inni á Gamla Apoteki, hjá formanninum í einum av andstøðuflokkunum.
Teknarin vitjaði sjálvur í Tinganesi, í tinghúsinum og á Gamla Apoteki í vikuni og handaði Anfinni Kallsberg, løgmanni og Edmundi Joensen, tingformanni og formanninum í Javnaðarflokkinumeintak av jubileumsbókini. Skemt 2003 er nevniliga ikki bara ein vanlig bók í røðini av Skemtútgávum. Hon er nakað serligt, tí fyrstu ferð í hesi bókaútgávusøgu eru litir lagdir á tekningarnar. Tvs. ein part av teimum. Trý fólk hava valt út ?15 tær bestu? og síðani eru tær allar litlagdar. Hetta er gjørt fyri, at fólk eisini skulu síggja, at møguleiki er at ogna sær tekningarnar í liti. Í nýggjastu Skemtbókini eru umleið 170 tekningar. Við hesi bókini eru umleið 2500 tekningar givnar út í bók. Skemt 2004 er longu við at taka skap. Fyrstu tekningarnar eru longu farnar av bakkastokki og eru at síggja í Sosialinum hvønn týsdag, hósdag og leygardag.