Í gjár tapti FC Barcelona púra óvætnað heili 4-0 fyri Paris Saint-Germain í fyrru 1/8 finlauni í Champions League. Í dag fær venjarin av at vita frá fjølmiðlunum, sum eisini halda fyri, at tíðarskeiðið hjá katalanska stórfelagnum er farið við ósigrinum.
Les eisini: PSG bankaði Barcelona
Hóast Barcelona hevur vunnið Champions League fýra ferðir síðani 2006, og hevur verið í hálvfinaluni síðani kappingarátið 2008/09, so heglar kritikkurin niður yvir katalanska felagið, eftir ósigurin í gjár.
Serliga venjarin, fyrrverandi spælarin, Luis Enrique fær av at vita fyri taktiska uppleggið. Eftir dystin legði Luis Enrique eftir tíðindamanni, sum hættaði sær at spyrja um venjarin hevði gjørt nokk fyri at venda dystinum.
Fjølmiðlarnir leggja millum annað dent á, at verjukendi miðvallarin Sergio Busquets eftir dystin segði, at taktiska uppleggið hjá PSG leyp kvøkk á spælararnar hjá Barcelona. Hetta verður tulkað sum at spælararnir hjá Barcelona ikki eru nøgdir við Luis Enrique.
Mett verður, at Luis Enrique í summar verður koyrdur, meðan favoritturin í løtuni at taka við er Jorge Sampaoli, sum er venjari hjá Sevilla.
Syndabukkurin spældi á Tórsvølli
Sponsk bløð leggja eisini eftir portugisiska miðvallaranum hjá Barcelona, André Gomes. Farna summar bleiv hann keyptur frá Valencia fyri væl yvir 200 milliónir krónur. Nakað portugisisku tíðindamenninir einki skiltu av, tá Portugal í fjør var á vitjan á Tórsvølli.
Bløðini siga seg vita, at rennisterki miðvallarin, sum hevði ein risa møguleika at skora í dystinum í gjár, hevur eina átekingin, ið tryggjar honum eina stóra upphædd, um hann vinnur Ballon d’Or bóltin. Tað halda fjølmiðlarnir verða spill av tíð og blekki.
Víst verður eisini á, at tað var Luis Enrique, ið góðtók keypi av manninum, sum í dag ikki verður mettur at hava evnini at gera nakað á miðvøllinum hjá Barcelona.
Hvar er Messi?
Lionel Messi hevur mangan verið bjargingarmaðurin hjá Barcelona. Soleiðis var ikki í gjár. Hann misti bóltin ikki færri enn 18 ferðir. Har í millum, tá PSG skoraði til 2-0.
Úr Katalonia og Spania verður nógv skrivað og tosað um lønarsamráðingarnar millum Lionel Messi og Barcelona. Argentinski bóltsnillingurin hevur sambært miðlunum hálvt annað ár eftir at sáttmálanum, men hevur enn ikki longt sáttmálan.
Nú verður tað mett sum hægsta raðfesting hjá leiðsluni hjá Barcelona, at Lionel Messi skal gera nýggjan sáttmála. Í seinastuni hava bæði Neymar Jr og Luis Suarez longt sínar sáttmálar.
Tað er ósannlíkt, at Barcelona kemur víðari í Champions League, tá returdysturin verður um tríggjar vikur. Tað er eisini langt á mál í sponsku landskappingini, har Real Madrid er eitt stig framamnfyri, og hevur spælt tveir dystir færri. Hinvegin er Barcelona í finlauni í sponsku steypakappingini, men ein steypasigur er ikki nokk til at bjarga kappingarárinum.
Spurningurin er so um hetta eisini er endin á einum tíðarskeiði, har Barcelona næstan hvørt ár hevur verið í oddinum í bæði Spania og Evropa?
Champions League 1/8 finalur í kvøld:
Bayern Munchen – Arsenal (19.45)
Real Madrid – Napoli (19.45)