Tað er skeivt at forða útlendingum at seta pening í fiskivinnuna í Føroyum.
Tað sigur BankNordik í eini viðmerking til ætlanina hjá samgonguni at gera eina nýggja fiskivinnuskipan.
– Tað vísir seg, at tá ið tað manglar váðafúsur kapitalur í Føroyum, verða útlendingar bodnir vælkomnir, men tá ið tað gongst vinnuni væl, eru útlendingarnir ynsktir á dyr aftur, heldur bankin fyri.
Í BankNordik siga tey, at tað eru dømi um, at váðafúsur kapitalur er komin úr útlandinum í føroysku fiskivinnuna í eini tíð, tá ið eingin váðafúsur kapitalur var tøkur í Føroyum.
Hesin kapitalur hevur verið við til at ment føroysku fiskivinnuna og hevur skapt stór virði fyri Føroyar.
– Avgerðin at útihýsa útlendskum kapitali fer ikki at gagna Føroyum, og hon sendir eitt keðiligt tekin til umheimin um eitt ivasamt politiskt støðufesti í Føroyum.
Í BankNordik vísa tey á, at skulu teir útlendingar, sum eru í fiskivinnuni í dag, handa sín ognarpart til føroyingar, fer tað at krevja nógvan kapital, ið skal fáast til vega og flytast úr Føroyum.
– Eftir kemur at standa ein stirvin og skirvisligur kapitalmarknaður at fíggja føroysku fiskivinnuna, sum er stavnsbundin av krøvum og avmarkingum.
Er endamálið at tryggja, at tilfeingisrentan í føroysku fiskivinnuni ikki endar uttanlands, heldur BankNordik at tað er betri at gera hetta viðskattalógini og avgjaldslóggávuna.
Hesum eru teir báðir stórreiðararnir, Hanus Hansen á JFK Troli í Klaksvík, og Anfinn Olsen á Framherja í Fuglafirði, samdir í.
– Forða vit fyri, at útlendingar sleppa at gera íløgur í fiskivinnuna í Føryoum, verður føroyski samfelagsbúskapurin bæði minni og fátækari.
– Hvat gera vit, tá vit aftur koma í ta støðu, at ongin váðafúsur kapitalur er í Føroyum til at menna fiskivinnuna. Tað hevur søguliga verið meira reglan enn undantaki og fleiri føroyskar verkætlanir hava fingið lív við útlendskum kapitali, siga teir báðir reiðararnir.
– Teir nevna bæði Christian í Grótinum, Krúnborg, Høvdavirkið í Leirvík, Surimiframleiðslan umborð á trolarunum hjá JFK, har norðmenn fíggjaðu tað mesta av teimum 300 milliónunum, hon kostaði. Teir nevna eisini uppsjóvarvirkið í Kollafirði, Framherja og Faroe Origin í Runavík
– Eru útlendingarnir ikki burtur eftir fýra árum, fella loyvini aftur til landið. Tað er ein harður dómur, fyri teir føroysku eigararnar, ið hava brúkt stórar upphæddir til íløgur í fiskivinnuna, og sum kanska ikki hava fíggjarliga orku at keypa partin hjá útlendsku íleggjarunum, ella eru omanfyri markið, sum ein eigari kann eiga av samlaða tilfeinginum.
– Vit á ongan hátt halda fram at menna okkara fyritøkur tí øll fíggjarliga orkan í feløgunum má brúkast til at fáa útlendska eigaraskapin burtur hesi næstu fýra árini, siga teir báðir.