Skeivi spælarin skoraði


 

Hálvur føroyingur stjól myndina, tá ungur enskur áleypari ætlaði at seta søguligt met við málum í 11 dystum á rað.

18 ára gamli Bournemouth-áleyparin, Jermain Dafoe, hevði skorað 10 mál í 10 fylgjandi dystum, og um hann skoraði í dystinum móti Millwall um vikuskiftið, hevði hann sett enskt met.

Frammanundan eigur Ron Davies 34 ára gamla metið við málum í 10 dystum á rað.

Men bert eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Claus Bech Jørgensen, sum harvið tryggjaði Bournemouth øll trý stigini.

Bournemouth nærkast nú fremstu liðunum í ensku 2. deild.