Tíðindaskriv
Mánadagin 7. mars og leygardagin 9. apríl skipar Granskingardepilin Fyri Økismenning fyri námsskeiði um "kommunur og nýskapan".
Umboð fyri allar kommunur í Føroyum eru boðin við, bæði politikarar og umsiting. Sama skeið verður hildið á Kambsdali og í Suðuroy. Nú mánadagin 7. mars verður tað í Auluni á Studentaskúlanum á Kambsdali og 9. apríl í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Innihaldið á skeiðinum er fjølbroytt, men tað byggir tó á eina Norðurlendska verkætlan um "Kommunur og nýskapan", sum Granskingardepilin luttók í. Verkætlanin endaði í fjør. Tilfarið frá verkætlanini varð givið út í bók nevnd "Innovations and Institutions".
Martha Mýri og Olga Biskopstø stóðu fyri tí føroyska partinum av verkætlanini. Endamálið var at kanna, hvat samband er millum kommunala stovnin og nýskapan innan tað vinnulig, almenna og mentanarliga. Í verkætlanini luttóku Fuglafjarðar, Gøtu og Leirvíkar kommuna.
Sum nevnt var verkætlanin partur av eini størri norðurlendskari verkætlan, sum fevnir um londini Føroyar, Ísland, Noregi, Svøríki og Finnland. Tilfarið samanlagt gevur okkum eina heildarmeting av hvussu nýskapandi tiltøk verða framd í smáum útjaðaraøkjum, og um kommunalir stovnar hava nakran leiklut í hesum.
Skráin fyri námsskeiðið:
oMartha Mýri, granskari, greiðir frá um verkætlanini "Kommunur og nýskapan".
oOlga Biskopstø, granskari, greiðir frá niðurstøðunum av dialogi millum leikfólk og granskarar á Røst í Noregi, har umboð fyri kommunur, virkir, stovnar og granskara vóru savnað.
oSigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, røður um evnið "Visjónir og nýskapan í Fuglafjarðar kommunu".
oJón Tyril, formaður í felagnum Grót, lýsir avleidda virksemi av íløgum í mentan.
oEirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products í Leirvík, røður um evnið "Vinnumenning og kommunalt samstarv í verki".
oDennis Holm, granskari, viðger evnið: "Hvussu kunnu vit gera lokalar menningarætlanir?










