Í januar mánað í fjør fóru skattakærunevndirnar í holt við arbeiði sítt. Tær yvirtóku uppgávurnar, sum líkningarnevndirnar høvdu frammanundan, og meginparturin av nevndarlimunum í líkningarnevndunum varð fluttur yvir í skattakærunevndirnar.
Arbeiðið hjá skattakærunevndunum liggur í heitinum, nevniliga at viðgera skattakærur og tær eru ikki so fáar tá til stykkis kemur.
Men hvussu skal slíkt arbeiði gerast og hvussu gera tey í øðrum londum?
Henda spurning fáa tey svaraðan í dag, tá manningarnar í teimum sjey økisskattakærunevndunum vera savnaðar á Hotel Hafnia til eitt skeið, har tríggir danir fara at siga frá teirra arbeiðsgongdum og teirra royndum.
Leif Madsen, skrivari hjá skattakærunevndini í Suðurstreymoy og samskipari av hesum skeiðnum, sigur, at orsøkin til, at tey hava heitt á danirnar at halda skeiðið er, at leisturin til skattakærunevndirnar er danskur.
Donsku nevndirnar hava virkað í tíggju ár, og tí hava teir ein kunnleika, sum kann koma okkum til gagns, sigur Leif Madsen, skrivari.
Harumframt telur tað eisini upp, at donsku skeiðleiðararnir eru vanir at halda skeið fyri donskum skattakærunevndum, og tískil vita hvussu slík skeið skulu fyrireikast, leggur Leif Madsen afturat.
Rættiliga
nógvar kærur
Vit spurdu Leif Madsen um skattakærunevndirnar hava nógv at takast við.
Vit hava eini 150 skattakærur um árið og tað er rættiliga nógv, sammett við donsk viðurskifti, sigur Leif Madsen.
Hann greiðir frá, at donsku skeiðleiðararnir leysliga sammettu føroysku tølini við donsk og komu til, at skuldu donsku tølini »flytast« til Føroya, so skuldi talið verið um 100.
Men orsøkin til at føroysku tølini eru so nógv hægri er sjálvandi tann vinnustrukturur vit hava í Føroyum. Vit hava lutfalsliga nógv fleiri partafeløg enn danir hava, og vit hava eisini lutfalsliga nógv fleiri sjálvstøðug vinnurekandi enn danir hava, sigur Leif Madsen.
Hvat er tað, sum skattaborgararnir kæra um?
Flestu kærurnar snúgva seg um, at skattamyndugleikin hevur hækkað inntøkurnar hjá borgarunum. Typiska dømi er, at onkur frádráttur verður ikki góðtikin, og at inntøkan verður hækkað av somu orsøk. Tað góðtaka skattaborgararnir ikki uttan nakað, og so kæra teir, sigur Leif Madsen.
Hinvegin leggur hann afturat, at tað er sum lundi á jólanátt, at skattaborgararnir kæra um at skatturin er ov lágur!
Men soleiðis eru vit nokk innrætta øll somul, sigur Leif Madsen smílandi.