– Og so skal restin fíggjast við brúkaragjøldum. Tað sigur Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Í ólavsøkurøðuni nevndi løgmaður, at trýstið á persónsskattin skal lækkast:
– Til tess at tryggja kappingarførið við grannalondini verður arbeitt við at útgreina, hvussu til ber at lækka skattatrýstið á arbeiðsinntøku í Føroyum. Ein liður í hesum er at gera eitt hugskotskatalog um, hvussu inntøkugrundarlagið hjá tí almenna kann víðkast, so landið fær meiri inntøkur.
Og hesum tók yngsti løgtingsmaðurin, fólkafloksmaðurin Hanus Samró, væl ímóti. Undir viðgerðini av røðuni segði hann, at perónsskatturin skal lækkast niður á 20 prosent.
– Tað er gleðiligt, at vit ætla at lækka skattin uppaftur meira. Vit hava jú sæð skattatrýst upp ímóti 60 prosentum. Tað hevði tí verið ynskiligt, at vit lækkaðu skattaprosentið niður á 20 prosent, segði hann – og hann helt fram:
– 10 prosent í landsskatti og 10 prosent í kommunuskatti! That's it! – og so verður restin fíggjað við brúkaragjøldum, segði Hanus Samró
– Og ongantíð betur – ongantíð betur, legði hann dent á – enn at vit gera okkara sokallaða flatskatt uppaftur flatari. Tað hevði verið tað besta, sum kundi hent – at vit lækka hann úr 40 prosentum niður á 20 prosent – og so eru vit kvitt!
– Og tað skal verða mín útrætta hond til andstøðuna, um at taka tykkum við, tí at tað er týdningarmikið, at vit hava eina breiða semju um ein felags skattapolitkk – um eina semju eitt skattatrýst upp á 20 prosent, sigur Hanus Samró, løgtingsmaður.