Skatturin ov langt burturi

Dan R. Petersen vil hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at endurreisa Toll- og skattstovuna í Fuglafirði. Tað er ov langt at skula koyra til Runavíkar at avgreiða toll- og skattaviðurskifti

Hóast samskiftið við Toll- og skattstovu Føroya aloftast snýr seg um at skula lata pengar frá sær, so eru nøkur, sum vilja hava eitt tættari samskifti við Toll- og skattstovuna.

Dan R. Petersen, tingmaður úr Fuglafirði, fýlist í einum fyrispurningi til Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, á, at tað ikki ber til at avgreiða síni toll- og skattaviðurskifti í Fuglafirði. Gjaldstovan í Fuglafirði varð niðurløgd undir kreppuni í 1993, og síðani tá hava borgararnir í Fuglafjarðar kommunu verið noyddir at koyra til Runavíkar, um teir hava ørindi hjá Toll ? og skattstovuni.


Ov langt at ferðast

Nú tíðirnar eru góðar aftur, vil javnaðartingmaðurin hava at vita, um tað ber til at endurreisa Toll- og skattstovuna í Fuglafirði. Hann heldur, at ein so stór kommuna sum Fuglafjarðar kommuna eigur at hava sína egnu Toll- og skattstovu. Tað er ein meinbogi, at einasta avgreiðslan liggur 20 kilometrar burturi.

- Vinnulívið í Fuglafirði blómar, og fólk forvinna pening sum ongantíð fyrr. Fugjafjarðar kommuna er tann fimta størsta í landinum, men í framleiðsluvirði bæði til útflutnings og heimamarknað er hon nummar eitt. Skal vinnan mennast og støðast og fólkið trívast á staðnum, eigur landið at ganga undan og gera karmar og skapa umstøður, sigur Dan R. Petersen í viðmerkingunum.


Í samsvar við

samgonguskjalið

Tingmaðurin vísir á, at nógv viðurskifti kunnu greiðast um telefonina, men nógv onnur kunnu bert greiðast á staðnum. Somuleiðis vísir Dan R. Petersen á samgonguskjalið, har tað millum annað stendur, at partar av almenna sektorinum skulu leggjast nærri borgarunum, at dentur skal leggjast á økismenning, og at tænastur skulu flytast nærri borgaranum.

- Út frá hesum lyftunum og umstøðunum í huga, slepst ikki undan hjá landsstýrisnum at endurstovna Toll- og skattstovuna í Fuglafirði, sigur tingmaðurin í fyrispurninginum til Karsten Hansen.