Skattamálið: Bárður Larsen biður um longda freist

Bárður Larsen, bráðfeingisstjóri á Taks í hesum døgum, situr nú og kannar skattamálið hjá Eik og tað var 15. juni, at Bárður Larsen skuldi koma við sínari niðurstøðu. Men nú hevur bráðfeingisstjórin biðið um longda freist til 1. juli. 

 

 

Bárður Larsen varð settur sum bráðfeingisstjóri á Taks, sum tryggjar honum atgongd til øll skjøl í málinum og atgongd til starvsfólk á Taks. Bráðfeingisstjórin situr nú og kannar handfaringina hjá Taks av sonevnda skattamálinum hjá Eik, herundir málsgongdina í mun til galdandi reglur, og um tað var rætt av Taks ikki at senda fútanum málið til revsirættarliga støðutakan.

 

 

Sostatt verður ein løgfrøðilig meting á borðinum í hesum mánaðinum, har støða verður tikin til, um Eik skal í rættin við skattamálinum ella ikki. Orsøkin er millum annað grein 139 í skattalógini, har tað stendur:

 

 

 “§ 139. Tann persónur, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt til tað almenna greiðir rangt frá ella á annan hátt gevur villeiðandi upplýsingar at fara eftir, tá ið avgerast skal, um ein persónur er undir skattskyldu ella at nýta, tá ið skattskyldug inntøka ella skattaútrokning verður ásett, verður revsaður fyri skattasvik við sekt, varðhaldi ella fongsli upp í 2 ár.

2. stk. Er misbrotið framt av stórum gáloysni er revsingin sekt ella, tá ið talan er um skerpandi umstøður, varðhaldi.”