Skattalættarnir kostaðu ikki 382 mió. krónur

Tey seinnu árini hava vit ofta sæð, at einstakir politikarar hava roynt at hongt sín politiska boðskap um hálsin á embætismonnum, fyri harvið at geva orðunum størri slagkraft. Onkursvegna ljóðar tað meira álítandi, tá tað eru embætismenn, sum siga tað, ið sagt verður. Serliga tá ósannindi verða førd fram, kann tað vera ein fyrimunur at vísa til embætisfólk.

Eitt dømi um hetta sóu vit fyri nøkrum vikum síðani, tá tíðindi bórust um, at fyrra ABC-samgongan hevði givið skattalættar fyri 382 mió. krónur.

Manipulering
Søgan byrjar við, at Høgni Hoydal setir Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni, ein fyrispurning, har spurt verður um ymisk fíggjar- og búskaparlig viðurskifti. Í viðmerkingunum til spurningin stendur millum annað: ”Endamálið við fyrispurninginum er at fáa greið og sambærilig tøl, so politiska orðaskiftið kann snúgva seg um politikk, heldur enn skiftandi uppáhald um fakta.”

Maðurin vil altso hava fakta á borðið, og tað er altíð gott - um tað er veruliga endamálið. Men tað er tað tíverri ikki í hesum førinum – tvørturímóti. Endamálið er at villleiða fólk, við at broyta fakta.

Spyr uttanum
Høgni Hoydal hevur ferð eftir ferð ført fram, at ABC-samgongan gav skattalættar fyri einar 400 mió. krónur, og at fullveldissamgongan gjørdi ikki tað sama.

Tað kundi sjálvsagt verið áhugavert at fingið fakta á borðið um henda spurningin, men ístaðin fyri at spyrja um landsskattin, so velur Høgni at spyrja um, hvussu nógv skattalættar hava kostað fyri bæði landskassa og kommunur frá 1998-2003 og frá 2004 – 2009. Og hví man hann gera tað? Jú tað ger hann, tí hann veit, at Jóannes Eidesgaard og hansara embætisfólk noyðast at svara júst soleiðis sum spurt verður. Í hesum førinum merkir tað, at tey noyðast at svara hvussu nógv bæði land og kommunur hava givið í skattalættum tilsamans, og eisini noyðast tey at brúka 1. januar 2004 sum skeringsdato (hóast skattalættarnir hjá ABC-samgonguni ikki fóru at virka fyrr enn eitt ár seinni). Tað vil siga, at skattalættarnir, sum Sjálvstýrissamgongan gav í 2004, verða taldir við hjá ABC-samgonguni, og verða av somu orsøk ikki taldir við hjá Sjálvstýrissamgonguni.

Hetta er ikki serliga seriøst, um endamálið er at fáa fakta á borðið.

Villleiðandi tíðindaskriv
Aftaná at hava fingið svarið frá landsstýrismanninum, sendir Tjóðveldi eitt tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har sagt verður: ”Samgongufólk hava støðugt ført fram, at skattalættarnir hjá ABC-samgonguni hava “bara” kostað 240 mió. árliga hjá landskassanum, og at fullveldissamgongan gav eins stórar skattalættar.

Men nú hevur Fíggjarmálaráðið svarað einum fyrispurningi hjá Høgna Hoydal, har tað verður staðfest, at kostnaðurin árliga fyri landskassan av ABC-skattalættunum er 382 mió. kr., meðan skattalættarnir frá 1998 til 2003 kostaðu 103 mió. krónur.”

Tjóðveldi lýgur
Hetta var tað, sum fyrispurningurin skuldi brúkast til. Ein lygn skuldi hava kjølfesti í útsagnum hjá embætisfólkum.

Fíggjarmálaráðið hevur ikki sagt, at landskassin hevur mist 382 mió. krónur orsaka av ABC-skattalættunum. Tað er Tjóðveldi, sum sigur tað. Tað sum Fíggjarmálaráðið segði, var, at ABC-skattalættarnir + skattalættarnir, sum Sjálvstýrislandsstýrið gav í 2004 + tað sum kommunur hava latið í skattalættum frá 2004 til 2009, kostaði landskassanum og kommunukassunum 382 mió. krónur tilsamans.

Umaftur og umaftur
Tá ósannindini eru søgd einaferð, ræður um at fáa onkran annan at endurtaka tað sama, og tann parturin eydnast væl. Tórbjørn Jacobsen skrivar í eini blaðgrein tann 25. januar: ”Sambært núverandi fíggjarmálaráðharranum, sum var løgmaður, táið hesin fascistoidi politikkurin var knæsettur, hevur skattapolitikkurin hjá ABC-regiminum kosta inntøkusíðuni í landskassahúsarhaldinum 382 milliónir krónur um árið.”

Legg til merkis, at eisini hann vísir til kostnaðin fyri ”landskassahúsarhaldið”, og ikki fyri land og kommunur. Eisini gloymir hann at siga, at hann, sum fíggjarnevndarlimur, í 2003, mælti løgtinginum til at samtykkja skattalættarnar fyri 2004 (tað sum hann nú kallar “fascistoidan politikk”).

Tann 27. januar skrivar Jenis av Rana í eini blaðgrein: ”Væl veit eg, at tá fyrra ABC samgongan gav 380 mió. árliga í skattalætta í samfull 4 ár...”, og soleiðis kundi eg hildið á.

Hvør er veruleikin?
Sambært teimum upplýsingunum, sum eg havi fingið, so gav ABC-samgongan skattalættar (í landsskattinum) fyri 287 mió. krónur tilsamans, men av hesum vóru 56 mió. latnar í sambandi við at uppgávur vórðu latnar til kommunurnar at umsita. Pláss varð sostatt givið fyri, at kommunurnar skuldu kunna hækka kommunuskattin tilsvarandi. Eisini minkaði sjómannafrádrátturin við 4 mió. krónum, so samanlagt var talan um 227 mió. krónur í beinleiðis skattalættum yvir fýra ár. Til samanberingar kann nevnast, at Sjálvstýrislandsstýrið í 2003 og 2004 gav skattalættar í landsskattinum fyri 125 mió. krónur yvir 2 ár. Hetta var stórtsæð sama samgonga, sum í 2002 lækkaði inntøkurnar við 366 mió. krónum árliga, samstundis sum útreiðslurnar vuksu við 350 mió. krónum bara í 2002.

Reypaðu um skattalætta
Nú landskassin stríðist við eitt undirskot, umrøður Høgni Hoydal skattalættar sum nakað negativt, og hann ger alt fyri at hekta teir uppí ABC-samgonguna. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Til valið í 2004 sendi hann eina heilsan til sínar limir, har hann millum annað segði: “Hjálagt hesum brævi er ein listi yvir avrikini hjá fullveldissamgonguni. Hann kann vera góður at hava hjá sær, tá tosið fellur á løgtingsvalið komandi dagarnar.”

Á listanum stóð millum annað: ”Skattalættar eru framdir fyri knappar 400 mió. kr.”