Skansin skipar fyri upphiting í OY frá klokkan 16

Upphitingin hjá fjepparafelagnum hjá føroyska landsliðnum verður millum klokkan 16 og 19

Klokkan 19.45 í kvøld á Tórsvølli spælir føroyska fótbóltslandsliðið seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini.

 

Mótstøðuliðið verður Póland, ið er uttan sín stórleikara, Robert Lewandowski. 

 

Óføru og trúgvu og drúgvu fjeppararnir hjá landsliðnum, fjepparafelagið Skansin ætlar sum vanligt at gera sítt til, at okkara menn fáa fullan stuðul undir dystinum. 

 

Skansin skipar fyri upphiting á OY á Hálsi millum klokkan 16 og 19. 

 

Skrúðgonga fer frá OY og oman á Tórsvøll klokkan 19, og heitir Skansin á fólk um at møta fjølment. 

 

Andlitsmáling og øll søla endar klokkan 18.45.