Skanning: Seyðurin betri fyri í ár

Seyðurin á Búnaðarstovuni er betri fyri í ár enn í fjør. Tað veit stovnurin at siga í dag.

Mikudagin 11. februar í ár skannaði og vigaði Búnaðarstovan áseyðin í Heygshaga. Talan var um tilsamans 180 ær. Skanningin vísti, at 174 ær eru kvidnar, og av teimum ganga 31 við tveimum lombum.

 

- Vert er at leggja til merkir, at næstan allir gjólingarnir eru kvidnir.

 

Búnaðarstovan veit at siga, at ærnar eru væl betri fyri í ár enn í fjør, og miðalvektin í ár er 43,6 kilo móti 41,5 kilo í fjør.

 

- Havast skal tó í huga, at í ár vigaðu vit átta dagar fyrr enn í fjør. Men, tølini vísa, at seyður eftir øllum at døma tolir væl betri ein vetur við kulda og kava sum í ár enn ein vetur við ongum kava, men stormi og regni sum í fjør.
 

Búnaðarstovan veit at siga, at tey ongan seyð hava mist í vetur. Seyðurin hevur einki fingið uttan tær á Hvilvt, sum hava fingið nakað av hoyggj, meðan kavi hevur ligið.

 
Stovnurin vísir á, at um onkur hevur hug at síggja vektirnar í grafiskari mynd og fáa útskrivingarbært skjal um vigingarnar, kunnu fólk leita inn á heimasíðuna hjá Búnaðarstovuni.