Tað stóra eldgosið í Eyjafjallajøkli í Íslandi fyri trimum árum síðani hevði ikki bara óhepnar avleiðingar við sær.
Tvørturímóti vísir tað seg, at jarn frá øskuni kom alguvøkstrinum í havinum væl við. Tað siga bretskir vísindamenn, sum hava kannað ymisk viðurskifti á íslendska landsgrunninum. Teir siga, at øskan frá gosinum rakk út yvir eitt havøki, sum er um 570.000 ferkilometrar stórt, og at tað hevur havt stóran týdning fyri undirstøðukervið í føðiketuni í havinum.
Teir bretsku vísindamenninir siga, at undan gosinum var lítil alguvøkstur á grunninum, tí at ov lítið jarn var har. Nógv jarn var í øskuni frá gosinum í Eyjafjallajøkli , og tað elvdi til munandi alguvøkstur, siga teir.











