Skamta salat í stórhandlum

Bretar slepp ikki at keypa salathøvd og brokkoli, sum teir vilja

Kuldi og regn í Spania hava havt avleiðingar fyri heystingina av grønmeti. Hetta hevur við sær, at nógvstaðni í Norðureuropa manglar grønmeti, og prísurin á summum vørum er nógv hækkaður. Serliga manglar grønmeti sum salat, brokkoli og blómkál.

Í Onglandi hava fleiri stórhandlar valt at skamta grønmeti. The Guardian skrivar, at Tesco hevur sett avmarkingar á, hvussu nógv iceberg salathøvd kundarnir kunnu keypa. Hvør kundi kann keypa í mesta lagi trý salathøvd. Hjá handilsketuni Morrison sleppa fólk í mesta lagi at keypa tvey salathøvd og trý brokkoli.

Sambært handlunum vilja teir við hesari skamtan forða fyri, at matstovur og matveitarar tøma handilshillarnar fyri grønmeti.

Onkrar handilsketur eru farnar at flúgva grønmeti úr USA til Onglands, men tað hevur við sær, at prísurin hækkar munandi.