Fótbóltur
Jákup Eli Olsen telist millum teir royndu í føroyskum fótbólti. Longu í 1989 spældi hann fyri fyrstu ferð á besta B68-liðnum, og umframt dystir í B68 og HB, hevur onkur einstakur landsdystur eisini verið á skránni. Í dag virkar hann sum hjálparvenjari hjá FS Vágum. Har er ein onnur føroysk fótbóltskempa, Jan C. Dam, eisini venjari, báðir øtast teir um viðferðina, sum summir av útlendsku spælarunum hjá liðnum fáa.
- Tað er at kalla í hvørjum dysti, at spælarar heilt tilvitað niðurgera onkran av útlendsku spælarunum. Um hetta er vorðið verri seinnu árini, skal ikki siga. Fyrstu árini, sum eg spældi, vóru fáir og eingir útlendingar í føroyskum fótbólti. Hartil fært tú kanska meira og meira við av tí, sum fyriferst á vøllinum, so hvørt sum tú eldist. Og sum venjari eri eg kanska eisini meira tilvitaður um hetta. Og til dømis var talan um púrasta óskiljandi atburð, sum onkur av spælarunum hjá B36 sýndi, tá vit spældu móti teimum leygardagin, sigur Jákup Eli.
- Men fyribrigdi við at niðurgera onnur, er avgjørt ikki nýtt. Tað hava altíð verið spælarar, sum hava nýtt allar midlar, fyri at traðka á mótstøðuna. Og í alt ov stóran mun verður hetta bara góðtikið. Ikki minst eru tað spælarar, sum eisini eru berandi kreftir og kanska enntá landsliðsspælarar, sum ganga á odda í hesum, og tá rakar tað eyka hart. Sum fótbóltsspælari í fremstu føroysku røð, so ert tú samstundis eitt slag av fyrimynd hjá nógvum ungdómum. Og tí kann tað ikki góðtakast, at alt, sum eitur moralur og etikkur, verður lagt til viks, tá farið verður út á vøllin. Argumentið við at “júmen hann kallaði meg… heldur ikki eitt einasta pettið. Vit eru hóast alt vaksin fólk, og ikki skúlabørn í yngru flokkunum.
- Tí Føroyar eru ikki størri enn so, at tú helst skalt kunna hyggja í eyguni á tínum mótspælara, tá dysturin er av, siga teir báðir.
Skammast sum føroyingar
Sum venjari er ábyrgdin fyri atburðinum hjá spælarunum sjálvandi størri, enn tá tú ert spælari. Og hvørki Jan og Jákup Eli krógva, at hetta er nakað, sum nervar. Bæði á og uttan fyri vøllin.
- Meðan dysturin er, mugu vit og liðið annars nýta kreftir til annað enn spælið. Tí vit mugu eisini ansa eftir, at okkara spælarar ikki missa høvdið.
- Men tað ringast er kortini aftaná. Tað eru veruliga støður, har vit bara púrasta erligt mugu siga, at vit skammast av at vera landsmenn við onkrar av mótstpælarunum. Tú kanst ikki bera í bøtuflaka fyri ein spælara, sum støðugt rópar ókvææmisorð eftir einum mótspælara við tí einasta endamálið, at hesin skal fara púrasta niður sálarliga.
Skal loysast á vøllinum
Trupulleikin við rasismu á vøllinum hevur verið frammi nakrar ferðir seinnu árini. Seinasta tá venjarin hjá LÍF fekk ein dag leikbann fyri sína orð móti einum ÍF-spælara.
Enn tykist tó vera avmarkað, hvussu stórum álvara trupulleikin er tikin í, men Jákup Eli hevur sína meining um, hvat eigur at gerast. Og hetta skal fyrst og fremst gerast á vøllinum.
- Tað hjálpir einki, at lasta áskoðarum fyri teirra atburð. Eg eri avgjørdur um, at tað fyrst og fremst eru spælararnir, sum ávirka áskoðararnar – ikki øvugt. Eg havi so ongan tíð upplivað, at ein dystur, sum verður spældir í góðum ítróttaranda, fær áskoðararnar at rópa ókvæmisorð. Í so máta kanst tú siga, at rópini uttan fyri vøllin endurspegla tað, sum gongur fyri seg inni á vøllinum.
- Tí eiga vit frá øllum síðum at senda greið signal um, at hetta verður ikki góðtikið. Og tá tosið eg um venjarar, spælarar, feløg, dómarar og FSF.
- Eitt felag eigur ikki at góðtaka, at ein av teirra spælarum ella venjarum sýnir slíkan atburð. Og tað vildi verið upp á sítt pláss, um øll feløg gjørdu innan hýsis reglur hesum viðvíkjandi. Til dømis við at geva innanhýsis leikbann.
- Og hóast dómararnir siga seg vilja revsa slíkan atburð, so havi eg ikki sæð tað hent enn. Sjálvandi hoyra teir ikki alt, men tað er í heilum, at menn fáa kort, tá teir gremja seg um eitt fríspark ella líknandi. So eg rokni við, at dómarin eisini hoyrir mangt av tí, sum verður rópt millum spælarar.
- Og at enda haldi eg, at hamarin eigur at fella hart, tá slíkur atburður skal revsast. Slært tú ein spælara, so er bannið kanska tríggir dagar. So ber ikki til, at tú sleppur við einum degi fyri at niðurgera við orðum. Tá kanst tú eins væl fara at spekulera í hesum, tí tá er tað kanska royndina vert, um úrslitið verður, at mótspælarin yvirreagerar.
Ein samfelagstrupulleiki
Hóast tað júst her og nú er rasisman á vøllinu, sum er í størsta fokus á vøllinum, so halda ter báðir ikki ikki, at hetta er einasti staðið, sum trupulleikin er. Og hann heldur heldur ikki, at rasisman er einasti trupulleikin.
- Vit bera ótta fyri, at hetta er eitt keðiligt rák, sum er í føroyska samfelagnum. Vit eru snøgt sagt ikki nóg góð til at taka ímóti teimum, sum eru eitt sindur øðrvísi enn vit. Her og nú verður tosað um rasismu. Eina aðru ferð er tað kanska onkur átrúnaðarligur bólkur, ella kanska tey samkyntu.
- Í fótbóltinum er tó eitt stórt fokus frá fjølmiðlulnum, og tí verða trupulleikarnir kanska betri eksponeraðir her. Og tí er ábyrgdin eisini eyka stór hjá fótbóltinum. Tað, sum hendir á vøllinum, hevur stóra ávirkan á nógv fólk, og tí er tað okkara skylda, at vit bera okkum sømiliga at, siga teir báðir at enda.