- Hetta er sera ódemokratiskt og ófrættakent. Tónin í orðadráttinum ímillum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin harðnar alsamt.
Í gjár brúkti Aksel V. Johannesen støðuna hjá útlendsku manningini á Anitu sum fømi um, at ”Fólkaflokkurin skræðir samfelagið sundur”.
Hann sipar til, at Fólkaflokkurin vil ikki gera nakað fyri at bøta um viðurskiftini. Hetta, saman við øðrum málum, fær nú formannin í Javnaðarflokkinum at mæla øllum flokkum til at boykotta Fólkaflokkin.
Men nú svarar fólkaflokkurin aftur, minst líka hvassorðaður. Í hesum sambandi heldur Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, at Akesl V. Johannesen er bæði óbúgvin, ódemokratiskur og ófrættakendur. - Tað er spell at formaður Javnaðarflokksins brúkar eina deyðsvanlukku umborð á Anitu til partapolitiskt stríð ímóti Fólkaflokkinum, sigur Jákup Mikkelsen.
Les eisini: Vil hava allar flokkar at boykotta Fólkaflokkin
Hann vísir á at Anitu er meldað til løgregluna, og at Fiskimálaráðið kannar eisini viðurskiftini.
- Er brot á galdandi lóg og reglur, skal tað sjálvandi fáa fylgjur beinanvegin, sigur formaður Fólkafloksins á tingi.
- Aksel Johannesen brúkar eisini hetta málið til, at fáa allar flokkar á Tingi at útihýsa og boykotta Fólkaflokkin, tí Javnaðarflokkurin er ósamdur við politikkin hjá sitandi samgongu.
- Er Javnaðarflokkurin vorðin ein intolerantur flokkur, sum ikki skammast við at seta fólkaræðið til síðis, spyr Jákup Mikkelsen.
Hann spyr eisini, hvussu formaður Javnaðarflokkins kann ”niðurgera og tileinkisgera” meir enn 20 % av veljaraskaranum?
|