Skálavíkar kommuna vísir seg at verða undangongukommuna á fleiri økjum. Millum annað kann nevnast, at Skálavíkar kommuna er einasta kommuna í landinum, har kvinnur eru í meiriluta í bygdaráðnum.
Palli Olsen, umsjónarmaður greiðir frá, at kommunan var millum tær fyrstu kommunurnar at gera eina ætlan fyri at fáa góðkenda kloakk, og at kommunan var tann fyrsta at fullføra ætlanina.
- So nú hava vit eina góðkenda kloakk. Einki fer í áirnar, alt fer út á sjógv, á hálvanannan til tveir metra dýpi.
Palli Olsen hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði við at skráseta kunning um kommununa í talgildum skipanum. Í løtuni er hann í ferð við at skráseta øll gravplássini í kirkjugarðinum. So verður møguligt hjá fólki at finna ávísar gravir, ella leita sær kunning um hvør liggur í ávísari grøv, umvegis heimasíðuna hjá kommununi.
- Frammanundan havi eg skrásett heilt nógv at infrastrukturin í bygdini. Allir teymar í havnarlagnum eru skrásettir, hvar teir ganga og hvat slag teir eru. Øll kloakkin er skrásett, alt elektrisitet, allar telefonlinjur, øll vatnrør, reinsibrunnar, rottangar, postkassar, lyktapelar, elektrisitetsskáp. Tað er alt skrásett í eini skipan, so at tað skal vera lætt hjá fólki at finna hesa kunning, um onkrum tørvar hana, sigur Palli Olsen.