Á fundi á Skála mánadagin undirskrivaðu Runavíkar kommuna og Føroya Banki avtalu um, at Runavíkar Kommuna keypir deildarbygningin hjá Føroya Banka á Skála.
Føroya Banki hevur áður boðað frá, at avgreiðsludeildin á Skála, sum hevur verið opin hálva tíð, varðafturlatin í gjár 1. februar.
Ístaðin letur bankin upp nýumbygda deild á Strondum, sum verður opin fulla tíð við fullari tænastuveiting og fimm starvsfólkum.
Virksemi sum skjótast
Nú, ið bankin letur aftur, metir Runavíkar Kommuna, at tað er umráðandi, at virksemi sum skjótast aftur kann fáast í bygningin.
Runavíkar Kommuna hevur vent sær til bankan við fyrispurningi um at ogna sær bygningin. Kommunan hevur ikki enn avgjørt, hvat virksemi skal vera í bygninginum
- Men málið er, at hann skal nýtast til eitthvørt, ið kemur bygdini og fólkinum til góðar, sigur Rodmundur Nielsen.
Á býráðsfundi hósdagin í farnu viku samtykti býráðið at keypa bygningin, og mánadagin varð so avtalan um søluna undirskrivað av Rodmundi Nielsen, býraðsformanni og Janus Petersen, bankastjóra.











