Skal hjálpa næminginum

Týsdagin varð enn ein nýggj heimasíða løgd út á alnetið. Talan er um portalin www.lesandi.fo, sum er ætlaður føroyskum miðnámsskúlalesandi

Við nøkrum eldsálum á odda hevur tað eydnaðst LFÚ at skapa ein internetportal fyri føroysk miðnámsskúlalesandi. Talan er um www.lesandi.fo. Ætlanin var av fyrstan tíð at geva eitt blað út, men av tí, at kostnaðarstøði var ov høgt, valdi Landsfelag Føroyinga í Útbúgving heldur ein internetportal.
Arbeitt hevur verið við verkætlanini í seks mánaðir, og hetta hevur kravt nógv og hart arbeiði. Men týsdagin var heimasíðan klár til almannakunngerðing.

Barnasjúkur
? Endarnir hanga saman nú, men enn eru nøkur smáting, sum vanta. Men tað er bert talan um barnasjúkur, greiðir Regin Dalsgaard, verkæltanarleiðari frá.
Málið við portalinum er, at fáa fesk tíðindi inn hvønn dag, sum næmingar á miðnámsskúlunum sjálvir skriva.
Arbeiðið er uppbýtt soleiðis, at nakrir næmingar eru valdir út at skriva til portalin, og teir hava fingið eitt digitalt myndatól, sum teir skulu nýta í sambandi við skrivingina.
? Tað eru útvald fólk, sum skriva til heimasíðuna. Vit krevja tey bestu, so tað er ikki ein og hvør sum sleppur at skriva, sigur Regin. Eisini verður skipað fyri work-shops fyri teimum skrivandi næmingunum, har teir verða settir inn í tað grundleggjandi.
? Ætlanin við portalinum er, at hann skal hjálpa næminginum í tí dagliga.
Hjálpin kann koma nógvastaðni frá. Í og við tíðindunum, sjálvandi, men á portalinum eru eisini uppgávusavn, Torgið, on-line lestrarvegleiðing og mangt annað.
Í uppgávusavninum kunnu næmingar leita eftir uppgávum inn og leggja uppgávur inn sjálvi til íblástur til onnur. Stigtakararnir ásanna, at talan kann verða um misnýtslu av uppgávusavninum, men tað í síðsta enda er upp til hvønn einstakan at taka støðu til, hvussu uppgávurnar kunnu nýtast. Lærarar hava sjálvandi eisini atgongd til portalin, so tað ber til hjá teimum at kanna, hvørt næmingar misnýta uppgávusavnið ella ikki.
Á Torginum ber til at selja bøkur, leiga kømur og annað, ið ein fær hug til at selja ella keypa.
On-line lestrarvegleiðing inniber, at næmingar kunnu skriva spurningar til lestrarvegleiðararnar, sum arbeiða hjá LFÚ. Teir svara so aftur innan 24 tímar, og til ber at fáa svar privat ella á síðuni, sum onnur, so eisini kunnu lesa.

Fígging
At byrja við skulu greinarnar góðkennast áðrenn tær verða lagdar út til øll at lesa. Talan er ikki um rættlestur, men tær verða fyrst lisnar ígjøgnum fyri at vita, um hetta er nakað, ein kann leggja út alment.
Portalurin brúkar somu skipan, sum Internetsosialurin ger, og tað eru Dynamic Paper.
Tað, sum hevur tikið mest tíð, er at fáa fígging til verkætlanina, sum hevur verið kostnaðarmikil. Men hon er nú vorðin fíggjað ígjøgnum lýsingar og ymsar grunnar, og vænta stigtakararnir, at meira pengar verða tøkir fyrst í næsta ári, tá grunnarnir verða fyltir av nýggjum.
? Vit vóna, at øll fara at taka væl ímóti nýggja portalinum. Hann er als ikki ætlaður sum nøkur kapping til fjølmiðlarnar, men sum ein síða, til lesandi, verður sligið fast.
Miðað verður ímóti at hava millum 500 og 1000 vitjandi um dagin.