Skakandi stuldur í nýggjari føroyskari krimibók

Sermerkt brotsverk setur gongd á nýggja føroyska krimisøgu  

Eina ódnarnátt í november hendir tað óhugsandi. Meistaraverkið »Aftur av jarðarferð« hjá Mikines verður stolið á Listasavninum. Hetta sermerkta og skakandi brotsverkið setur gongd á føroysku krimisøguni »List«, sum kemur út hósdagin.

 

Journalisturin Eyðun Klakstein hevur skrivað krimisøguna. Hetta er fyrsta skaldsøga hansara. 

 

– »List« er ein kvik og spennandi krimisøga, sum vónandi eisini verður fangandi og undirhaldandi at lesa. Umframt at fylgja uppkláringini av brotsverki, kannar bókin eisini, hvussu fólk reagera, tá ið tey koma í kreppustøður, ella tá ið tey kunnu fáa persónligan vinning burtur úr sjálvsøknum avgerðum, sigur hann. 

 

Tá ið Mikines-meistaraverkið er stolið, kemur Sára Emmudóttir, ið er stjóri á Listasavninum, í satt ódnarveður, tí øll vilja vita, hvussu stuldurin kundi henda, og fleiri royna at gera sær dælt av støðuni – bæði í listaumhvørvinum og í politiska heiminum.

 

Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna listagallarí, drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið. Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar. Jón Amos og Sára Emmudóttir koma á slóðina eftir eina vandamikla samansvørjing og mugu brúka dirvi og list fyri at avdúka hana – um tey yvirhøvur megna tað og koma livandi frá tí. Sannleikin kann broyta alt.

 

##med2##

 

Krimibókin »List« er 200 síður til longdar.

 

Hósdagin 11/11 kl. 18:30 verður bókin løgd fram á almennari móttøku í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Í næstu viku verða bókaframløgur í Klaksvík og í Havn.