Pál Joensen endaði á einum sjeynda plássi í 1500 metra frí svimjingini. Hóast hann hevði næstbestu tilmeldingartíð vóru vónirnar til heiðursmerki ikki so stórar, tí hann hevur keikt fótin. Tað er heldur ikki langt síðani hann byrjaði, at venja aftur aftaná feriu. Tíðin hjá Páli var 15:04.97.
Í innleiðandi riðlinum um morgunin setti Óli Mortensen nýtt persónligt met í 1500 frí við tíðini 15:39.85, skrivar svimjing.com
Í 400 metra frí bleiv Pál nummar fimm við tíðini 3:47.30. Óli Mortensen kom á øðrum sinni á mál undir fýra minuttir. Tað kláraði hann eisini í landsdystinum móti Íslandi.
Svimjararnir, sum eru við í Berlin eru, Poula Ø. Mohr, Astrið Foldarskarð, Birita Debes, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Pál Joensen. Venjari er Kristian Martin Joensen og ferðaleiðari Rókur í Jákupsstovu.










