Tað hevur aftur verið av ringasta veðri í morgun og heldur ikki í hesi ódnini eru vit sloppin undan skaða.
Løgreglan sigur, at tey hava fingið 18 fráboðanir um skaða og teir eru um alt landið, heilt av Økrum, vestur í Vágar og til Viðareiðis.
Tveir hjallar eru farnir, men annars er talan um takplátur og klædning, sum er rivin.
Men eisini Tølthøllin, sum Føroyska Íslandsrossafelagið eigur í Havnardali, hevur fingið stóran skaða við tað, at har eru bæði klædningur og takplátur farnar.
Í Kollafirði fór ein stórur treylari umkoll við Rundkoyringina og hann liggur har enn.
Men í tað hevur eisini verið sjáldsama høg flóð og tað hevur elvt til yvirflóð, har tað er lágt, eitt nú í Vágsbotni, har tað er flotið inn í onkran handil.
Í tí sambandinum hevur sløkkiliðið verið og pumpað sjógv úr handlinum aftur.
Myndin er úr Vágsbotni tíðliga í morgun, har tað fæst ein hóming av, hvussu høg flóðin hevur verið, tí vegurin er undir.
|










